Í minsta lagi fimm marknavørðar úr Aserbajdsjan hava latið lív í samanbrestum við armenskar hermenn á markinum millum tey bæði londini. Hetta hendir, stutt eftir at amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, hevur vitjað bæði londini, og hon ber ótta fyri, at ófriðurin kann fara at vinda upp á seg.
-Eg eri hørm um tað, sum hent í seinastuni, og eg havi biðið partarnar um at halda seg frá harðskapi og hóttanum, sigur uttanríkisráðharrin.
Støðan millum tey bæði londini hevur verið spent leingi, og tá Melodix Grand Prix var var í Aserbajdsjan herfyri, vildi Armenia ikki taka lut í kappingini.
Stríðið millum tey bæði londini er ikki nýliga íkomið. Tá Sovjetsamveldið datt sundur, tóku armenskar herdeildir
Nagorno-Karabakh frá Aserbajdsjan. Í 1994 samdust partarnir um vápnahvíld, men viðurskiftini hava kortini verið spent síðani.










