KASHMIR
Álopið á indisku løgreglustøðina var gjáranáttina. Tríggir løgreglumenn doyðu, og indisku myndugleikarnir ivast ikki í, at tað vóru muslimskir loysingarmenn, sum søktu atstøðini.
Beint eftir álopið brustu skotbardagar á millum indiskar og pakistanskar hermenn. Skotbardagarnir vardu til út ímóti lýsingini, men einki varð sagt um, at nakar hermaður lá eftirá. Bardagarnir vóru í Dola, sum er eitt fjallaøki, har muslimskir loysingarmenn javnan hava gjørt um seg seinastu tíggju árini.
Fyri fjúrtan døgum síðani doyðu 31 fólk, tá ein indisk hermannalega varð álopin. Eisini tá vildu indisku myndugleikarnir vera við, at álopsmenninir vóru muslimskir loysingarmenn.
India vil vera við, at Pakistan hjálpir loysingarmonnunum, og í gjár heitti amerikanska stjórnin á Pakistan um at steðga álopunum hjá loysingarmonnunum. Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, hevur víst aftur, at land hansara hjálpir teimum vápnaðu loysingarmonnunum í Kashmir.