Samanbrestir í Tunis eftir at journalistur brendi seg til deyða

Løgreglan skeyt við táragassi eftir mótmælisfólki í fátæka býnum Kasserine. Sjálvbrenning fær tankarnar aftur tilt 2011.

Løgreglan skeyt við táragassi eftir mótmælisfólki í fátæka býnum Kasserine. Sjálvbrenning fær tankarnar aftur tilt  2011.

 

Ein journalistur hevur brent seg sjálvan til deyða í tunesiska býnum Kasserine til tess at mótmæla vánaligu liviumstøðunum. Tað hevur fingið fólk á gøturnar at mótmæla, og tað ørkymlar landsins myndugleika.

 

Í gjár vóru samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna í Kasserine. Býurin liggur 270 metrar úr høvuðsstaðnum Tunis.

 

Journalisturin Abderrak Zorgui legði eina video út á sosialu miðlarnar, áðrenn hann í gjár setti eld á seg sjálvan. Í videoini lýsti hann sína desperation og heitti á fólk um at gera uppreistur.

 

Hann vísti sítt vónloysi um tað stóra arbeiðsloysið, mutur og tey nógvu brotnu lyftini frá arabiska várinum í Tunis í 2011.

 

Myndugleikar í býnum siga, at Zorgui doyði av brunasárum, stutt eftir at hann kom á sjúkrahús. Tað fekk beinanvegin fólk út á gøturnar í Kasserine at mótmæla, og tað elvdi til harðligar samanbrestir við løgregluna.

 

Skotið varð við táragassi fyri at spreiða mótmælisfólki, sum hevði sperrað vegir og kasta við gróti eftir løgregluni. Seks løgreglufólk vórðu særd undir ófriðinum. Fleiri mótmælisfólk eru handtikin. Tað var ein líknandi sjálvbrenning, sum í 2011 førdi tiluppreistur ímóti einaræðinum í Tunis og var startskotið til arabiska várið í øllum økinum.

 

Ta ferðina var tað ein gøtuseljari í Sidi Bouzid beint einstan fyri Kasserine, ið sum mótmæli móti fátøkradømi og mutri setti eld á seg sjálvan.

 

Teir báðir býirnir eru tiltiknir fyri at hava stórt arbeiðsloysi og stórt fátækradømi.

 

Uppreisturin í 2011 førdi til fræls val í Tunis.

 

/ritzau/AP