Samanber sølu av toski við fílabein

Eingin toskayngul er í Kattegat, og tí samanbera svensk bløð sølu av toski við royndina at selja fílabein úr Afriku Á Portalinum í gjár ljósu vit, at átta kommunur í Svøríki hava gjørt av ikki at keypa tosk til sínar matskráir í skúlum, stovnum og aðrastaðni, har heitur matur verður latin.

Fleiri og fleiri sviar siga nei til at keypa tosk, og tað sama gera fleiri matstovur í Svøríki, sum ikki tíma at taka spurningin upp við viðskiftafólkini, um toskur er hóttur ella ikki.

Ein spurnarkanning, sum TV4 hevur gjørt, vísir, at 37% av svium eru givnir við at keypa tosk.

Hetta gongur nú útyvir svensku fiskimenninar. Fiska teir ikki sína tillutaðu toskakvotu, stinga onnur ES lond avstað við henni.

Eitt svenskt blað fer so vítt at samanbera tosk við fílabein úr Afriku.

Eingin toskayngul er í Kattegat, og tí verður søla av toski samanborin við royndina at selja fílabein úr Afriku.