Samanber grindadráp við menniskjaoffur

Paul Watson hevur aftur latið frætta frá sær. Hesa ferð er øðin spunnin í hann, eftir at argentinar drupu eina delfin, og hann hevur skrivað ein langan fyrilestur sum svar, har hann hugleiðir um óndskap menniskjunna og hennara atburð móti hvalunum.

 

Sjálvandi nevnir hann grindadrápið í Føroyum og tekur útgangsstøðið í eini mynd av einum føroyskum dreingi, sum stendur við einum grindafostrið í hondunum. Paul Watson hevur fyrst eina longri hugleiðing um, hvussu slíkur óndskapur kann ganga soleiðis í arv gjøgnum ættarliðini. 

 

Sum frá líður dregur hann ein tráð úr grindadrápinum aftur til menniskjaoffraninna hjá Astekarum. 

- Tá Astekarapresturi skerur høvdið av børnunum og skræðir tað bankandi hjartað úr teimum, hildu teir seg ikki gera eina ónda gerð. Teir mettu seg tæna Gudi sínum, fyri fólksins besta. Sum í Føroyum, er hatta einans ein rættvísgering av tí ónda.