Samanbar Putin við Stalin

Garry Kasparov, fyrrverandi heimsmeistari í talvi og nú virkin í russiskum politikki, segði á einari ráðstevnu í Estlandi í gjár, at Vesturheimurin fer skeivur, tá hann umrøður russiska forsetan, Vladimir Putin, sum ein demokratiskan leiðara.

-Putin vil sleppa at stýra landinum á sama hátt sum Stalin, men á ein meiri nútímans hátt, segði Kasparov á Lennart Meri-ráðstevnuni í Tallinn. Hann segði, at stýrið hjá Putin er sett saman av sokallaðum oljugarkum, hvørs felags hugsjón kann samanfatast í orðunum "lat okkum stjala saman".

-Vesturlendskir leiðarar mugu skilja, at stýrið í Russlandi líkist ikki einum demokratiskum stýri. Í USA noyðist forsetin at spyrja Kongressina, hvørja ferð hann ætlar sær at brúka ein dollara, men Putin kann flyta milliardir uttan at spyrja nakran um loyvi, segði Kasparov.

Lennart Meri-ráðstevnan hevur navn eftir rithøvundinum, filmsmanninum og diplomatinum Lennart Meri, sum var forseti í Estlandi í nítiárunum.