Saman eru vit sterkari

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir møtast síðst í mánaðinum í Stockholm til 66. fundin hjá Norðurlandaráðnum.

 

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir møtast síðst í mánaðinum í Stockholm til 66. fundin hjá Norðurlandaráðnum.

 

- Tey siga, at norðurlendska samstarvið, við sínum mongu árum á baki, burdi farið frá fyri aldur. Tað norðurlendska samstarvið er kallað ein pappírstikari og ein kaffiklubbur. Er tað norðurlendska samstarvið enn viðkomandi í 2014? Vit svara eitt klárt og rungandi JA, skriva norðurlendsku samstarvsráðharrarnir í eini felags grein.

 

Teir vísa á, at norðurlendska samstarvið er nakað heilt serligt í heimshøpi. Tað er nakað heilt serligt, at ráðharrar samlast regluliga á hendan hátt, at umrøða mál av felags áhuga. Norðurlendska samstarvið hevur eisini verið fyrimynd hjá ES, skriva ráðharrarnir.

- Passsamveldi, sosialu lóggávurnar, og tann felags norðurlendski arbeiðsmarknaðurin eru norðurlendskar loysnir, sum hava verið ein fyrimynd fyri samstarvinum í ES.

 

Les eisini Norden - Sammen er vi stærkere

 

Ráðharrarnir nevna onnur øki, har norðurlendska samstarvi er sterkt, so sum umhvørvismerkið Svanin, Lyklarholsmerkið, ið hjálpir brúkarum í øllum norðurlondum at velja heilsugóðan mat, og skattaavtalurnar við sokallaðu skattaskjólini í útlondum, ið hava tryggjað norðurlondum milliardir av krónum í skattainntøkum, sum annars høvdu verið duldar í nevndu skattaskjólum.

 

- Saman eru vit sterkari. Saman megna vit meiri enn hvør sær, skriva ráðharrarnir.

- Sum ráðharrar fyri norðurlendska samstarvinum er okkara hugsjón eitt norðurlendskt samstarv, sum virkar fyri at skapa eitt markleyst, eitt nýhugsandi, eitt sjónligt og eitt útatvent norðurlendskt øki. Vit ynskja eini norðurlond, har vit saman skapa bestu fortreytir fyri, at okkara borgarar og virksemi frítt kunnu ferðast millum norðurlond.

 

- Tí hava vit í norðurlendska samstarvsráðharraráðnum tikið avgerð um at nútímansgera norðurlendska samstarvið. Vit skulu miðsavna okkum um tað, sum viðvíkur norðurlendsku stjórnunum og íbúgvunum. Vit skulu tryggja eitt skilagott brúk av norðurlendsku skattainntøkunum sum verða sett í norðurlendska samstarvið. Og vit skulu tryggja, at úrslit skapast gjøgum eitt munagott samstarv uttan óneyðugt skrivstovuveldi og drúgvar mannagongdir.

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir eru: Elisabeth Aspaker (Noreg), Carsten Hansen (Danmark), Eygló Harðardóttir (Ísland), Kristina Persson (Svøríki), Lenita Toivakka (Finnland), Veronica Thörnroos (Áland) og Annika Olsen (Føroyar).