Júst hettar haldi eg er sera umráðandi hjá okkum føroyingum at vita. Vit hava somu rættindi til viðgerðir av sjúkum, sum danir hava. Danir liggja ovast á listanum í heiminun tá tað snýr seg um serviðgerðir. Bara innan krabbasjúkur eru teir ímillum teir fremstu, innan gransking, í heiminum og færri og færri doyggja av krabba
“ Faldet i antallet af dødsfald skyldes ifølge eksperter fra både Sundhedsstyrelsen, Kræftens Bekæmpelse og Rigshospitalet, at man er blevet bedre til at diagnosticere og behandle kræft i Danmark. Strålebehandlingen er gjort mere præcis og effektiv med ny teknologi. Og kemoterapi og kirurgiske indgreb er inde i en rivende udvikling”.
Tað munnu vera nógv av okkum sum hava upplivað at onkur avvarandi hevur fingið álvarsliga sjúku, eitt nú blóðtøpp í hjartað. Vit hava verið vitni til hvussu skjótt tað gongur at koma til Danmarkar og fáa røttu viðgerðina, grundað á gott samstarv við danska sjúkrahúsverkið. Eg vil bert nerta við hetta eina dømi um hvussu umráðandi tað er at vit eru í ríkisfelagsskapinum. Heimurin verður meira og meira globalur. Vit mugu hugsa ” logiskt” ikki vera ”dumstolt” Eg kann bara siga fyri meg, út frá tí eg kenni til danska sjúkrahúsverkið, og tað er ikki onki. Tey fáa UG frá mær bæði í at handfara sjúku og sjúklingin. Menniskjasligheitin er í hásæti og tað er ikki at forsmáa í eini tílíkari støðu.