Saman eru vit sterk

Fólkatingsvalið, sum var fyri kortum, vísti greitt, at Føroya fólk ynskja tættari samstarv í ríkinum.

Fleiri ferðir undir valstríðnum – tá spurt varð um, hvat vit kunnu fáa burturúr – kom eg at hugsa um kendu orðini sum John F. Kennedy segði, tá hann var svorðin inn sum forseti í U.S.A: “ Spyr ikki um, hvat landið kann gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri landið!!”.
Tað hevur stóran týdning at hugsa um tað, sum Kennedy segði. Hvussu kunnu vit veita stuðul til ríkið og styrkja tað, so tað verður okkum øllum til frama?
Føroyar, Grønland og Danmark hava øll nógv at stuðla við og fari eg at vísa á ymiskt – bæði her og komandi dagarnar.
Hugsa vit reint landafrøðiliga, so røkkur ríkið líka frá týska markinum og heilt upp til Norðurpólin. Hugsa vit so um t.d NATO, so hevur hetta sjálvandi stóran týdning – og nógv størri enn um vit standa hvør í sær.
Vit hava nakrar framúr góðar maritimar útbúgvingar í Føroyum og stuðla vit bæði handilsflotanum og fiskiskipum um alt ríkið við bæði vanligari manning og við yvirmonnum.
Ríkisfelagsskapurin hvørki kann ella skal gerast upp í pengum einans. Hesin ríkisfelagsskapur hevur verið til í nógvar øldir og er tað ein styrkur í sjálvum sær. Vit hava stuðlað hvørjum øðrum við mentan og hava t.d staðið saman um kristnitrúnna og havt felags kirkju í øldir. Nógvir danskir prestar hava verið í Føroyum og nógvir føroyskir prestar hava eisini verið í Danmark. Nú hava vit eina føroyska kirkju, men samstarvið við donsku kirkjuna er framvegis tætt og gott.
Vit hava eitt sera gott útbúgvingarkervi í ríkinum og hava vit somu upptøkumøguleikar á donskum lærustovnum, sum tey, ið búgva í Danmark. Norðmenn og sviar hava eisini atgongd, men hesi eru ikki partur av ríkinum og tískil hava tey eina kvotuskipan. Vit kunnu menna hetta samstarvið soleiðis, at partar av útbúgving kunnu takast á Setrinum. Somuleiðis kann gransking vera ein partur av hesum, eisini gransking, sum kundi givið fleiri arbeiðspláss her hja okkum. Sambandsflokkurin hevur eisini umboð í Fólkatinginum og er einki at ivast í, at hann bæði kann og vil arbeiða fyri hesum.
Heilsuverkið er so týdningarmikið, at tað eisini má nevnast. Tætt samstarv er millum føroysku sjúkrahúsini og Ríkissjúkrahúsið – eisini her fáa vit sersømdir, tí vit eru partur av ríkinum. Nógv hava fingið góða og neyðuga hjálp har og havi eg sjálvur tvíburðar, sum eru livandi vitnisburð um hetta: við føðivekt uppá einans 500 gram høvdu tær neyvan verið ímillum okkum í dag, uttan hetta samstarv.
Eg havi her roynt at lýsa týdningin av ríkisfelagsskapinum við nøkrum fáum dømum. Tað er sera umráðandi, at vit framhaldandi fáa ein sterkan Sambandsflokk, so vit kunnu varðveita tað góða sambandið og arbeiða fram ímóti uppaftur betri livikorum – her hugsi eg um, at vit t.d. kunnu fáa somu fíggingarmøguleikar sum onnur hava í ríkinum og somu lágu rentu uppá íbúðir og hús.
Veljið Sambandsflokkin og verið við at tryggja, at vit og okkara børn framhaldandi fáa somu møguleikar, og at Føroyar framhaldandi verður besta stað at búgva.