Ídnaður
Tey stóru arbeiðini, sum FJM hevur verið við til at útint í seinastuni, eru í fyrsta lagi umvælingarnar og nýgerðin umborð á rækjutrolaranum, Havborg, sum brendi í Noregi seint í summar.
Frithleif Olsen sigur, at samstarvið um hetta arbeiði, sum fleiri partar hava staðið saman um, hevur gingið fyrimyndarliga, og væntandi verður alt arbeiði liðugt sambært tíðarætlanini, 6. oktober.
- Standa vit saman um at loysa uppgávurnar, soleiðis sum gjørt er í hesum førinum, eru vit eisini kappingarførir mótvegis umheiminum, sigur hann.
Arbeiðsdekk
Á FJM í Runavík eru teir eisini farnir undir at tekna og framleiða útbúnaðin til arbeiðsdekkið umborð á nýggju ísfiskatrolarunum hjá P/F Beta, ið Faroe Seafood nú eigur.
- Eins og vit teknaðu og bygdu upp arbeiðsdekkini umborð á Baki og Steki, sum vórðu bygdir á somu skipasmiðju í Vigo í Spaniu, hava vit eisini fingið til uppgávu at gera arbeiðsdekkini til hesar báðar bátarnar.
Frithleif sigur, at arbeiðsdekkið verður teknað, framleitt og sett upp á FJM. Síðan verður tað tikið niður aftur, pakkað og flutt niður til Spaniu, har tað verður sett upp umborð á nýggju trolarunum.
- Alt skal tilpassast væl, áðrenn farið verður úr Føroyum. Sjálvt mátini til føturnar, har pavnar og bond skulu festast, skulu vit geva teimum. Føturnir verða sveisaðir í skipsdekkið, áðrenn vit koma niður, og hetta styttir so aftur um tíðina til uppseting í Spaniu.
Hann sigur seg vænta, at menn hjá FJM fara niður til Spaniu við verksmiðjuni fyrst í komandi ári.
Í Grønlandi
FJM hevur eisini havt nakrar mans í Grønlandi í nøkrum umførum, og um stutta tíð skulu menninir yviraftur.
- Hetta eru maskinarbeiðarar, sum hava verið við til at sett upp eitt knúsiverk í samband við málmframleiðslu til stálídnaðin. Tá ið menninir fara yviraftur, fara teir í holt við at seta upp eina fylliskipan, haðani tilfarið úr knúsiverkinum verður flutt umborð á skipini, sigur Frithleif Olsen.
Arbeiðið í Grønlandi er í Fiskifjørðinum, sum er á leiðini millum Nuuk og Maniitsoq.
Linjuskipan
Umframt arbeiði umborð á Havborg, framleiðsludekkið til ísfiskatrolararnar í Spaniu og uppgávurnar í Grønlandi, er FJM eisini í holt við eina linjuskipan til rundan fisk á virkinum hjá Nevið Fiskaeksport í Saltangará.
- Hendan uppgávan fevnir um reinskeriborð, flutningsbond og pavnar, sigur Frithleif Olsen, leiðari á FJM.










