Tvær broytingar eru gjørdar í mun til liðið, sum byrjaði á Tórsvølli fyri fimm døgum síðani.
Á vinstra bakki er Alex Mellemgaard nú tøkur aftur, og hann kemur beinleiðis inn í byrjunaruppstillingina. Samstundis verður Odmar Færø fluttur inn í miðverjuna.
Á miðvøllinum verða Róaldur Jakobsen og Klæmint Matras, men frammi á vøllinum er ein onnur broyting. Sámal Erik Hentze hevur valt at geva Rógva Poulsen møguleikan frá byrjan og tað merkir at Adrian Cieslewicz er gliðin út á bonkin.
Teir fyrstu ellivu hjá B36 í kvøld verða.
B36 4-2-3-1: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Rógvi Poulsen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal.
Dysturin hjá B36 verður leiktur á Mourneview Park klokkan 19:45 í kvøld.