Veðurstovan skrivar í forsøgn, at eitt hátrýst, 1046 hPa, yvir Grønlandi stendur í stað og sendir kalda luft av leiðini við Norðpólin suður ímóti Føroyum við kavaælingum.
Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin, skrivað klokkan 06:58 UTC.
Frískur vindur upp í ein strúk, norðan. Allan dagin skiftandi skýloft og kavaælingar. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 2 hitastig.
Fimm daga forsøgnin hjá DMI sigur at kalla sama veðrið alla vikuna.











