Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland liggur nærum í stað og sendir fleiri brúgvaløg inn yvir Føroyar. Fríggjadagin fer lágtrýstið í ein landnyrðing móti Føroyum og viknar. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst við bretsku oyggjarnar í ein landnyrðing og dýpist, og heldur áfram inn yvir Skandinavia. Tilhoyrandi brúgvaløgini raka væntandi ikki Føroyar.
Í dag verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar og fyri tað mesta turt og hitin upp í 13 stig. Hósnáttina verður meiri skýggjað og í støðum regn og hitin niður í 10 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Stundum regn, men onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 12 og 16 stig, um náttina niður í 10 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri, seinni av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Um náttina framvegis skýggjað, men sum frá líður fyri tað mesta turt. Hitin millum 8 og 13 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av eystri, undir 6 m/s. Sólglottar og fyri tað mesta turt. Hitin millum 8 og 13 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av eystri, seinni norðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, um náttina meiri skýggjað og møguliga regn. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Mánadagin verður lot til gul av ymsum ættum, undir 6 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.










