Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar nær Føroyum og gevur støðugt og stilt veður.
Í dag verður lot til andøvsgul av suðri og eystri, 3 til 8 m/s. Nógvastaðni verður skýggjað og møguliga mjørki, serliga fyrrapartin, men annars verður nakað av sól. Hitin um dagin verður millum 6 og 10 stig, men seinnapartin upp í 12 stig í støðum. Leygarnáttina verður fleyr til gul av suðri ella ymsum ættum, undir 6 m/s. Í støðum skýggjað og møguliga mjørki í støðum, annars turt og klárt.
Leygardagin, sunnudagin, mánadagin, týsdagin og mikudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Stundum skýggjað og mjørki í støðum, annars turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, onkran dagin upp í 15 stig í støðum. Um náttina millum 5 og 8 stig.