Sama støða í toppinum

Arsenal og Manchester City vunnu sannførandi heimasigrar í dag

Tað gekk soleiðis, sum tað varð  roknað við, tá ið toppliðini í Onglandi – Arsenal og Manchester City –í dag áttu heimavøll ímóti liðum, sum eru longri niðri á talvuni.

Grannauppgerðin í London, har Fulham vitjaði Arsenal, endaði við 2-0 heimasigri. Tað tók sína tíð, áðrenn hol kom á. Seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, tá ið spanski miðvallarin Santi Gazorla bæði var arkitektur og avsluttari. Fimm minuttir seinni var spanski krúllarin aftur upp á spæl, og so var tað avgjørt, at øll stigini skuldu vera eftir á Emirates.

Í Manchester hevði City vitjan av Cardiff, sum varð sent til hús við 4-2 tapi. Hetta var 11. heimadysturin í landskappingini í ár, og hetta var 11. ferðin, at Manchester City vann fulla úrtøku.

Tá ið hálvur tími var farin, javnaði Craig Noone fyri Cardiff, eftir at Alvaro Negredo hevði lagt heimaliðið framum.  Lítla løtu eftir útjavnandi málið, legði Jesus Navas heimaliðið framum aftur, og Yaya Toure og Sergio Agüero øktu til 4-1, áðrenn Frazier Campbell pyntaði um fyri Cardiff, sum søkkur alt nærri botninum.

 

Í dag

Sunderland-Southampton 2-2
Norwich-Hull 1.0

West Ham-Newcastle 1-3

Manchester City-Cardiff 4-2

Crystal Palace-Stoke 1-0
Arsenal-Fulham 2-0
Liverpool-Aston Villa kl. 17.30  

Sunnudagin

Swansea-Tottenham kl. 13.30
Chelsea-Manchester United kl. 16.00

Mánadagin

West Bromwich Albion-Everton kl. 20.00