Sama støða í toppinum

Tað var eingin slingur í valsinum hjá teimum trimum, sum kappast um uppflytingina, tá ið 19. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var á skránni seinnapartin.

Oddaliðið, FC Suðuroy, hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, og úrslitið var sannførandi 5-1 heimasigur. Tað var ikki fyrr enn eftir steðgin, at glið kom á málskjótingina. Stóri málskjúttin hjá heimaliðnum var John T. Poulsen, sum skoraði tríggjar ferðir.

AB vann á heimavølli 4-0 á teimum næstbestu hjá 07 Vestur. Eftir 1. hálvleik var 1-0. Alex Mellemgaard var stóri maðurin hjá AB í dag, tí hann skoraði trý mál.

TB hevði í Hvalba vitjan av FC Hoyvík, sum varð sent norður aftur við 2-0 tapi. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki.

Við 2-0 sigri á HB í Gundadali lyfti Skála seg upp á 4. plássið.

HB er í kapping við EB/Streym um at sleppa undan niðurflytingarplássi. Heimatapið hjá HB kostaði einki í tí stríðnum, tí EB/Streymur tapti á heimavølli ímóti Víkingi, sum orduliga hevur tikið seg burtur frá niðurflytingarplássunum.

 

19. umfar

AB-07 Vestur 4-0 (1-0)

1-0: Alex Mellemgaard 26.

2-0: Alex Mellemgaard 62.

3-0: Bjarki Ellefsen 65.

4-0: Alex Mellemgaard 90+2.

 

HB-Skála 0-2 (0-2)

0-1: Brian Jacobsen 12.

0-2: Brian Jacobsen 25.

Reytt kort: Bogi Reinert Petersen, HB, 88.

 

FC Suðuroy-NSÍ 5-1 (0-0)

1-0: Palli Augustinussen 52.

2-0: John T. Poulsen br 56.

3-0: Poul N. Poulsen 67.

3-1: Rógvi Højgaard 70.

4-1: John T. Poulsen 77.

5-1: John T. Poulsen 90.

 

TB-FC Hoyvík 2-0 (2-0)

1-0: Tórur Mortensen 6.

2-0: Ragnar Tausen 25.

 

EB/Streymur-Víkingur 0-2 (0-1)

0-1: Per Gregersen 37.

0-2: Páll Klettskarð 67.

hagtøl: faroesoccer.com

 

Støðan eftir 19 umfør

FC Suðuroy 49

AB 43

TB 40

Skála 31

NSÍ 29

Víkingur 25

FC Hoyvík 20

HB 18

EB/Streymur 16

07 Vestur 0

 

20. umfar

Leygardagin 3. september

Skála-AB

07 Vestur-EB/Streymur

Víkingur-TB

FC Suðuroy-HB

NSÍ-FC Hoyvík