Millum 6-mannaførini við kvinnum var eingin spenningur í dag. Í hvussu so er ikki, tá ið talan var um fremsta plássið. Beinanvegin eftir startskotið legði Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri seg framum hinar báðar bátarnar, og síðani bara longdist munurin.
Tá ið Jarnbardur fór um málið, var fjarstøðan aftur til hinar báðar fýra bátslongdir ella meiri enn so.
Jarnbardur vann FM í fjør. Sum tað lagaði seg í dag, so er eingin ivi um, at Jarnbardur er stórfavorittur at vinna FM enn eina ferð.
| 1 | Jarnbardur | 05:55.10 | ||
| 2 | Lómur | 06:07.15 | ||
| 3 | Sølmundur | 06:16.11 |










