Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum hevur ikki tær nógvu viðmerkingar til avgerðina hjá løgtinginum.
- Tað er ikki so nógv at siga.Vit kunnu ikki gera so nógv við hatta.Menninir eru farnir aftur til arbeiðis, sigur Jógvan Nybo.
Orðaskiftið á tingi hóvaði formanninum ógvuliga illa.
- Vit eru ótrúliga skuffaðir og ivast í, um demokratiið riggar. Hatta skuldi bara trumfast ígjøgnum.
Hann sigur, at teir eru væl fyrireikaðir til nýggjar samráðingar í vetur. Sáttmálin verður uppsagdur til 1. desember. Sostatt er møguligt, at tað rættiliga verður bølamyrkt í jólamánaðinum.
Spurdur um honum saknaði undirtøku millum tingmenninar mikudagin, sigur hann:
- Vit áttu ongan góðan. Vit vildu gjarna leingja sáttmálin. Treytin var, at SEV skuldi hava fulla samráðingarheimild, men tað bar ikki til at fáa politiskan vilja til, sigur Jógvan Nybo.
Tílíkt krevur eina lógarbroyting, og hon kundi ikki fremjast í skundi í gjár. Hetta kann í fyrsta lagi gerast, tá tingið kemur saman aftur.