Sama søgan umaftur

Tað var aftur ein deyðbóltur, sum avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Brøndby. Gestirnir vóru eisini munandi betra liðið, og hóast tap í báðum dystunum, kunnu teir í B36 vera nøgdir við sítt avrik

Tað sá rættiliga gott út, tá B36 fór til hálvleik í gjárkvøldið. Framvegis málleyst í Gundadali. Væl høvdu gestirnir úr Brøndby verið framvið meiri enn einaferð, men dysturin var nú hálvrunnin og higartil hevði B36 vart fyri øllum.

Hetta var eisini júst tað, ið ætlanin var hjá B36. Brøndby skuldi ikki fáa hatta skjóta málið, sum skuldi avgera alt. Ein umráðandi partur av hesum var at vera ógvuliga ansin í deyðbóltsstøðum. Júst hesin parturin hevði haltað eitt lítið sindur ta einu ferðina, men framvegis stóð 0-0 á máltalvuni.

Tíverri var hetta broytt stutt inn í seinna hálvleik. Tað sama var avtalan um at vera eyka vakin við deyðbóltsstøður. Tí tað var ein slík, sum aftur hesaferð syrgdi fyri, at B36 fór sum tapari av vøllinum.


Róaldur bjargingin á strikuni

Fyrsta veruliga vandamikla atsóknin hjá Brøndby var eisini ein deyðbóltur. Eitt hornaspark varð sent innfyri, har Brøndby-leikarin var hægstur og stútaði móti málinum, men Róaldur Jacobsen bjargaði á málstrikuni.

Sama søga endurtók, tá seinni hálvleikur byrjaði. Hornaspark innfyri har fyrst Dmitrije Jankovic vardi fyri á strikuni, síðani stongin og at enda Róaldur Jacobsen aftur á málstrikuni. Alt innanfyri tvey ella trý sekund!


Dmitrije var bestur

Ikki tí, B36 var væl við allan dystin. Kjansirnir vóru tó ógvuliga fáir. Hinvegin var spælið gott og sannførandi. Serliga hugaligt var tað at eygleiða ungu menninar. Oddmar Færø í miðverjuni undir liðini á Dmitrije Jankovic var sannførandi, og 17 ára gamli Róaldur Jacobsen imponeraði á sentrala miðvøllinum, har annars hartarbeiðandi Klæmint Matras ikki altíð slapp sær líka skilagott av við bóltin. Tað gjørdi Hanus Thorleifsson fyri tað mesta, sum eisini spældi á sentrala miðvøllin, men arbeiddi nógv og væl frameftir vøllinum.

Tað gjørdu teir báðir, ið mannaðu vinstru síðu hjá B36 eisini. Alex José dos Santos átti bakkin og Johan V. Gunnarsson vinstra miðvallarborð, og í felag syrgdu hesir at tippa hesa síðuna væl. Bestur av teimum var Santos, sum dugdi at dribla og bjóða av, og átti hann størsta partin av innleggunum, sum komu úr vinstru.

Tað riggaði minni væl í høgru síðu. Ivasamt er, um nakað innlegg kom frá Bergi Midjord, sum kortini skal hava rós fyri at tora at bjóða av, og eisini arbeiða hampiliga væl aftur eftir vøllinum. Tíverri riggaði samstarvið við Magnus Olsen ikki serliga væl. Hesin var óheppin í fleiri førum, millum annað tapti hann eina takling har tað kundi verið heilt vandamikið. Eina aðru ferð stútaði hann bóltin mitt út í brotsteigin har fleiri mótstøðuleikarar vóru, heldur enn at lata bóltin fara út ella stúta hann út í síðuna.

Eisini var tað eitt minni gott avrik frá Meinhardi Joensen. Væl hevði hann fleiri góðar bjargingar, men tápuliga gula kortið, skeiva avgerðin í samband við fyrsta málið hjá Brøndby og eitt ógvuliga óheppið málspark lýta avrik hansara.

Frammanfyri hann var tó besti maðurin á vøllinum. Hesin eitur Dmitrije Jankovic og spældi hann ein branddyst í miðverjuni hjá B36, har hann stýrdi og stríddist betri enn nakar annar leikari.


Trýstu allan dystin

Men um fleiri vóru góðir hjá B36, so vóru allir mans á liðnum hjá Brøndby enn betri. Og teir góvust ongantíð við at spæla. Teir hildu eina høga leikferð gjøgnum allan dystin, og sluppu ongantíð trýstinum á B36. Tað gav eisini úrslit. Fyrsta málið beint eftir steðgin kom eftir at frísparksinnlegg varð sent innfyri. Eingin útileikari náddi hesum bólti, og tað gjørdi Meinhard Joensen heldur ikki. Hann kom ógvuliga skeivt út og megnaði ikki at beina bóltin burtur, sum tískil endaði har hann ikki skuldi – í málinum. So var samlaða støðan 2-0 til Brøndby og við máli á útivølli skuldi B36 nú skora tríggjar ferðir, um teir teir ynsktu at spæla seg víðari.

Tað megnaðu teir ikki, men móti dystarenda vóru teir rættiliga nær við. Innskifti Ingi Højsted, sum spældi ógvuliga væl ta løtuna, hann var á vøllinum, fangaði bóltin Bergur Midjord misti. Hann sendi Magnus Olsen avstað, ið rak eitt sindur og legði innfyri aftur, har Ingi Højsted tveitti seg fram og var akkurát ov stuttur.

Og løtu seinni var um reppið, at Magnus Olsen javnaði, tá hesin sendi eitt ógvuliga gott fríspark upp í málhorni, men málverjin vardi meistarliga.


3 mál er munurin

Men tá føroyingar ikki duga, so duga danir. Í yvirtíðini var galið høgra borðinum hjá B36. Bólturin varð lagdur móti handaru stong, stútaður mitt inn fyri málið aftur, har Samuel Holmén lættliga legði bóltin í tóma netið.

Við hesum var sigurin, og munurin liðanna millum staðfestur. Yvir tveir dystir vann Brøndby við trimum málum móti ongum. Og trý mál er í øllum førum eisini munurin millum oddin í donsku og føroysku deildini. Tískil kunnu teir hvítu úr høvuðsstaðnum vera væl nøgdir við sítt avrik.