Sama søgan á Skála

Heldur ikki í dag var nakað at rafla um. Kvinnurnar umborð á 6-mannafarinum Jarnbardi vunnu aftur í dag. Hetta var triðja kappingin, og hetta var triðja ferðin, at Jarnbardur vann.

 

Hesa ferð var fjarstøðan frá Jarnbardi og aftur til Herning níggju sekund ella tríggjar bátslongdir. Tað vil siga, at aftur hesa ferð tódnaði tað eitt vet millum teir báðar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri. Rádni varð klárt nummar trý, og Lómur var greitt á fjórða plássi.

 

6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 05:23.13

2 Herningur 05:32.11

3 Rádni 05:39.20

4 Lómur 05:52.12

 

Støðan

1 Jarnbardur 21

2 Rádni 17

3 Lómur 13

4 Herningur 11

5 Sølmundur 7