Hondbóltur
Tað mundi kennast sum okkurt slag av deja-vu hjá Neistakvinnunum. Mest sum hvørja ferð, ið tær hava tikist við Stjørnuna seinastu tvey kappingarárini, hava tekin verið um, at stig skuldu spyrjast burtur úr royndini. Men hóast tekinini hava verið til staðar, so er takið eisini hvørja ferð slept.
Soleiðis var eisini, tá liðini hittust sunnudagin. Fyrstu løtuna tóktust tær á vitjandi liðnum annars at hava eitt gott tak, men spakuliga fekk Neistin liðið at koyra sum eina heild. At Manuela Jensen í málinum eisini tóktist spæla upp móti sínum allarbesta, mundi ikki gera fortreytirnar verri, og uttan at munurin gjørdist tann stóri, so tóktist Neistin kanska hava rakt dagin, har tær loksins skuldu fáa ein sigur á Stjørnuni.
Og tekinini gjørdust ikki kámari, tá farið var út til seinna hálvleik. Ása á Neystabø treivst væl við rúmu teymunum, sum hon fekk frá Stjørnu-verjuni, og tað darvaði eisini spælið hjá teimum reyðu, at Alina Olaru frá fyrsta bríksli varð mansvard.
Óhepni og vantandi dirvi
At tað so kortini eydnaðist Stjørnuni at vinna ein á pappírinum tryggan sigur, hevði sínar orsøkir.
Fyrst og fremst, so hevur Stjørnan fleiri ferðir í ár prógvað, at liðið altíð hevur trúnna á egnan mátt. Tað vil siga, at hóast tað ikki altíð gongst eftir vild, so megna tær at berja mótgongdina niður. Ein eginleiki, sum í sjálvum sær ber boð um, at talan er um eitt lið, sum bæði kann og vil verða best.
Og so eigur eisini at verða lagt afturat, at Neistin sum so ikki gjørdi júst tann partin av uppgávuni truplari. Tí spurningurin er, hvussu nógv tær bláu í veruleikanum mundu trúgva uppá, at uppgávan kundi loysast. Sjálvandi betraði tað ikki um fortreytirnar, at tvær av avgjørt bestu spælarunum hjá liðnum sunnudagin máttu gevast miðskeiðis í seinna hálvleiki. Manuela Jensen stóð føst á gólvinum, tá hon skuldi venda sær eftir einum bólti, og fáar minuttir seinni noyddist Ása á Neystabø út, eftir at hon datt sera keðiliga í álopsroynd.
Men mest av øllum, so var tað vantandi dirvi, sum hevði við sær, at Neistin ikki fekk hildið fast. Eitt skifti í seinna hálvleiki spældi Neistin við tveimum í yvirtali, uttan at tær tó kundu gagnnýta hetta. Tvørur ímóti, so eydnaðist tað Stjørnuni at toga eitt mál aftur hesa løtuna, og so tóktist, sum fekk Neistin eitt sálarligt knekk. Stjørnan tók nú alt meira yvir, og tá tær so tvær ferðir á rað kundu skora við kvikum mótálopi, eftir at Neistin hevði misnýtt brotskast, var leyst og liðugt. Enn einaferð hevði Stjørnan víst, at tær megna at toga seg upp, tá tørvurin er størstur.
Sum so var talan ikki um nakra vanlukku fyri Neistan. Soleiðis sum kappingin er skipað, so verður talan undir øllum umstøðum um pláss í hálvfinaluni. Men sálarliga man tað hava stóran týdning, at tað onkursvegna tykist vera ógjørligt hjá teimum bláu at basa Stjørnuni.
Fakta um dystin
Neistin-Stjørnan 21-25 (12-11)
Málskjúttar
Neistin: Ása á Neystabø 6, Annika Ljósstein 4(2), Nicoleta R. Hansen 3(1), Kára á Dunga 2, Annika Thomsen 2, Rakul Augustinussen 2(2), Mia Káradóttir 1, Unn Kragesteen 1
Stjørnan: Alina Olaru 9(2), Bára Skaale Klakstein 5, Katarina Stepanov 4, Joan Midjord Djordjevic 3, Una Olsen 2, Louisa Andreasen 1, Anna Kristina Samson 1
Brotskøst: Neistin 9, Stjørnan 2
Útvísingar: Neistin 6, Stjørnan 4
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason. Í nøkrum førum saknaðust fylgirevsingar, tá dømt varð fyri hart spæl.