Hvørja ferð Ongland megnar at spæla seg fram til eitt endaspæl, eru ensku miðlarnir á tremur við góðum vónum. Og hvørja ferð endar tað á sama hátt .
Tað gav at bíta, tá Ongland spældi sín fyrsta dyst í EM fyri kvinnufótbólt í Svøríki móti Spania í kvøld. Ongland kom aftur um longu eftir fýra minuttir, men fýra minuttir seinni javnaði Ongland.
So gekk tað javnt á, heilt fram til fimm minuttir fyri tíð, tá Spania kom á odda aftur. So hildu øll, at tað var tað, men bert tveir minuttir seinni javnaði Ongland.
Aftur hildu øll, at so endaði við javnleiki, men tríggjar minuttir inn í yvirtíðina skoraði Spania aftur. Hesaferð var tó eydnan ikki meira við Onlandi, tí sjálvmálið hjá Bardsley var eitt klárt fríspark.
Men »typiskt« Ongland. Og so hava Frakland og Spania besta møguleikan at koma víðar úr bólki C.
Ongland-Spania
04: 0-1 Veronica Boquete
08: 1-1 Eniola Aluku
85: 1-2 Jennifer Hermoso
88: 2-2 Laura Bassets
93: 2-3 Karen Bardsley (sjálvmál)