Sama søga ímóti Serbia

Føroyar hava í góðum líkindum frammanfyri 1800 áskoðarum á Tórsvølli lagt rygg til 3-0 tap ímóti Serbia.

Tvey tey fyrstu málini vórðu skorað eftir lítlari løtu, tá ið eitt korter var farið, og síðsta málið varð skorað í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.

Síðsta málið kendist sera meint, tí korterið frammanundan, at tað var skorað, hevði føroyska liðið verið omaná, og í fýra førum hevði talan verið um spentar støður, har marginalirnir vóru ímóti.

Inntil tað restaði eitt korter var Serbia leikliga klárt omaná.

Serliga í 1. hálvleiki høvdu teir fleiri upplagdar møguleikar. Eitt lítið korter var farið, tá ið teir skoraðu fyrsta málið. Føroyingarnir vóru sera misnøgdir við hesa støðuna, tí teir hildu, at talan var bæði um rangstøðu og at maðurin, sum spældi málskjúttan leysan mitt fyri málinum, nýtti nevan av boksa bóltin til liðfelagan.

Lítla løtu seinni øktu teir til 2-0 við beinleiðis frísparki úr 20 metrum og upp um manngarðin.

At talan ikki gjørdist um stórsigur komst partvís av, at serbiska liðið ikki legði so nógv fyri, tá ið 2-0 leiðslan var vunnin, og tí at føroyska liðið fótaði sær.

Sum 2. hálvleikur leið hevði føroyska liðið fleiri royndir við tyngd og broddi í. Jóan Símun Edmundsson var góður á toppinum, Símun Samuelsen, sum tóktist eitt sindur skaðadarvaður, vaks nógv í vinstra borði, og miðvallararnir fingu betri tak á spælinum.

Fleiri føroyingar vóru onkra ferðina í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, men tað eydnaðist ikki at stýra innleggum í málið.

Í royndini at fáa mál, varð føroyska liðið, sum kendi seg snýtt fyri brotsspark, tá ið Símun Samuelsen varð skumpaður í ryggin, flutt alt longri fram á vøllin, og so var tað enn eina ferð í yvirtíðini, at tað eydnaðist mótstøðuliðnum at skora í skjótum mótálopi!

 

Føroyar-Serbia 0-3 (0-2)

0-1: Danko Lazović 14.

0-2: Dejan Stanković 18.

0-3: Nikola ?igić 90+1.

Dómari úr Luksemborg: Albert Toussaint

1800 áskoðarar

Føroyar: Gunnar Nielsen, Tranmere Roveres ? Jónas Þór Næs, B36, Atli Gregersen, Ross County, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Hendrik Rubeksen, HB ? Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (Arnbjørn Hansen, EB/Streyhmur, 79.), Jann Ingi Petersen, NSÍ (Jústinus R. Hansen, NSÍ, 73.), Fróði Benjaminsen, HB, Daniel Udsen, EB/Streymur, (Christian R. Mouritsen, B36, 46.), Símun Samuelsen, HB ? Jóan Símun Edmundsson, Newcastle United.

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, HB, Egil á Bø, EB/Streymur, Einar T. Hansen, NSÍ, og Bogi Løkin, NSÍ.

Gult kort: eingin

Venjari: Brian Kerr

Serbia: Andjelko Djuričić, UD Leiria - Antonio Rukavina, TSV 1860 Munchen, Nemanja Vidić, Manchester United FC, Danko Lazović, FC Zenit St. Petersburg (Milo? Ninković, FC Dynamo Kyiv, 83.), Dejan Stanković, FC Internazionale Milano (Radosav Petrović, FK Partizan, 58.), Milan Jovanović, Liverpool FC,

Ivan Obradović, Real Zaragoza, (Aleksandar Luković, FC Zenit St. Petersburg, 46.), Milo? Krasić, Nikola ?igić, Birmingham City FC, Neven Subotić, BV Borussia Dortmund, Zdravko Kuzmanović, VfB Stuttgart.

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: ?eljko Brkić, FK Vojvodina, Pavle Ninkov, Zoran To?ić, PFC CSKA Moskva, Dragan Mrdja, FC Sion.

Gult kort: Ivan Obradović 32., Antonio Rukavina 86.

Venjari: Re?ad Kunovac

 

---------

 

20 min.

0-2: Dejan Stankovic 17.

Tað gongur skjótt, og sum tað sær út í løtuni kann úrslitið fara at líkjast teimum, sum Jugoslavia syrgdi fyri ímóti Føroyum fyrst í nítiárunum.

Seinna málið skoraði liðformaðurin Dejan Stankovic við frísparki úr 20 metrum. Hann lyfti bóltin upp um manngarðin og inn við stólpanum í tí borðinum, har Gunnar Nielsen ikki vardi fyri.

 

--------

 

15 min.

0-1: Danko Lazovic 14.

Føroyingarnir eru í øðini um málið. Serbin, sum eitt sindur úr vinstru spældi liðfelagan leysan, var í fyrstu atløgu rangstaddur, og so slerdi liggjandi reyði maðurin við nevvanum bóltin til Danko Lazovic, ið trillaði bóltin í tóma málið.

 

----------------------

 

10 min.

0-0

Serbia hevur havt tvey hornaspørk, og eina ferð streyk bólturin framvið stólparótini aftanfyri Gunnar Nielsen. Serbarnir eru reyðklæddir allir sum teir eru, og teir hava bóltin mesta partin av tíðini.

 

--------

 

5 min.

0-0

Tað mesta hevur higartil gingið fyri seg á føroysku hálvuni. Upplagdir málmøguleikar hevur talan tó ikki verið um. Føroyska liðið hevur viðhvørt megnað at samanspæla.

 

-------

 

Tað er um Dávid ímóti Goliath á sinni, tá ið Føroyar í góðveðrinum í kvøld fara at spæla EM undankappingardyst ímóti Serbia.

Fyrsta bríkslið á Tórsvølli verður klokkan 18, og landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur gjørt av, at teir fyrstu ellivu skulu vera teir somu, sum fyri stuttum vóru um reppið at vinna og síðani at megna javnleik á útivølli ímóti Estlandi.

Neyðugt er tó við einum undantaki: Jákup á Borg er givin á landsliðnum, og í hansara stað hevur venjarin gjørt av, at EB/Streyma miðvallarin Daniel Udsen skal vera millum teir fyrstu ellivu.

Hetta er fyrsta ferðin, at Daniel Udsen er á føroyska landsliðnum. Daniel er dani. Onnur omman er føroysk, og tað skikkar hann at umboða Føroyar.

Føroyska liðið sær soleiðis út: Gunnar Nielsen ? Jónas Þór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Hendrik Rubeksen ? Christian Lamhauge Holst, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Daniel Udsen, Símun Samuelsen ? Jóan Símun Edmundsson.

Á beinkinum: Tórður Thomsen, Bartal Eliasen, Egil á Bø, Einar T. Hansen, Christian R. Mouritsen, Pól Jóhannus Justinussen og Arnbjørn Hansen.