Sama søga í Liverpool

Í Liverpool var grannauppgerð ímillum Everton og Liverpool á Goodison Park í dag. Liðini hava fingið ein ringa byrjan upp á kappingina. Everton setti seg á dystin frá fyrsta bríksli. Aftaná 34 minuttir legði Tim Cahill Everton á odda eftir innlegg úr høgru. Í seinna hálvleiki økti Mikel Arteta eftir hornaspark. Hann kom at standa væl fyri uttanfyri brotssteigin og smekkaði bóltin í mál.

 

Eftir málini tók Liverpool yvir og royndi kom inn í aftur dystin. Tað megnaðu teir ikki og tað kundi eins væl verið Everton, ið økti. Liverpool liggur nú á 19. plássi í Premier League og hetta er ringasta byrjanin upp á eina landskapping síðani kappingarárið 1953/1954 - tá flutti Liverpool niður!

 

Í hinum dystinum í dag vann Manchester City 3-2 á Blackpool. Blackpool kom væl frá byrjan, men teir megnaðu ikki at umseta stórar møguleikar til mál. Tá eitt sindur meir enn ein tími var farin, legði Carlos Tevez Manchester City á odda. Í 78. minutti javnaði innskifti Marlon Harewood fyri Blackpool, men minuttin seinni legði Tevez gestirnar á odda aftur. David Silva økti til 3-1 áðrenn Gary Taylor-Fletcher minkaði um munin til endaliga úrstilið 3-2. Manchester City hevur nú 17 stig og liggur næstfremst, tvey stig aftanfyri Chelsea.

 

Premier League:

 

Blackpool ? Manchester City 2-3

Everton ? Liverpool 2-0