Fríggjadagin vóru vit seks tingfólk úr Føroyum, Grønlandi og Danmark og hittu tingformannin og andstøðuleiðaran í the Assembly of Maryland – størru tingdeildini í statinum Maryland. Fundurin var sera áhugaverdur, ikki minst tí so trupult mangan er at fáa tingformenn á tal.
Uttanfyri tingbygningin var standmynd reist til minnis um Thurgood Marshall ið sum fátækur og littur ikki hevði nakran lættan ungdóm, men kortini gjørdist bæði sakførari og at enda hægstarættardómari.
Omanfyri standmyndina standa orðini “Equal Justive Under Law” – ‘sama rætvísi undir lóg.’ USA hevði frá byrjan lagt stóran dent á, at øll vóru ‘fødd jøvn í metum,’ men hesi javnrættindi vóru hvørki latin fátøkum, littum, kvinnum, tilfluttum ella øðrum bólkum – ikki fyrrenn tey kravdu hesi rættindi við at leggja tey fyri dómstólarnar at taka støðu til, hvør lóg var fremri ‘sama rættvísi’ ella ásetingar um mismun.
Í Føroyum eru vit vaksin upp at halda, at ‘tað almenna’ altíð hevur rætt og bert vil tað besta hjá øllum – og vit halda, at lóginar altíð eru greiðar og væl skipaðar. Fólk sum Thurgood Marshall hava prógvað, at tíverri skulu ofta rættarmál til – bæði at fáa skil á, hvør av fleiri mótstríðandi lógum skal ráða og at fáa buka mótviljan úr teimum, ið umsita lógirnar.
Í Føroyum eru vit tíverri enn ikki komni til at seta javnrættindi í grundlóg okkara. Vit hava enn eina stýrisskipanarlóg ið als ongi mannarættindi hevur – sum ger hana til ta vánaligastu grundleggjandi lóg í nøkrum landi. Tíbetur syngur hon nú svanasong sín.
Javnstøðulógin
Men kortini hava vit lóg um javnstøðu, ið sigur, at ongin munur má verða gjørdur á arbeiðsmarnaðinum vegna kyns. Hesa lóg samtykti løgtingið í 1994 sum eina grundlóg fyri føroyska arbeiðsmarknaðin við ásetingum millum annað um, at vunnin rættindi á arbeiðsmarknaðinum bæði skulu vera uttan mun til kyn – ‘ikki-diskriminerandi’ – og tey kunnu hondhevjast ígjøgnum javnstøðunevndina ið kann taka fyrisitingarliga avgerð, mæla til fría rættargongd, melda brot til løgregluna, áleggja samsýning, umframt taka onnur stig.
Sjálvur havi eg verið formaður í javnstøðunevndini, og royndi at koyra á at fáa lógina hildna. Tíverri tykist fatanin hjá mongum vera, at javnstøðulógin bert er ásetingin um ‘líka nógv av hvørjum kyni’ í almennum nevndum. Men flestu fólk koma ongantíð nærhendis almennum nevndum, og nógv meiri týðandi eru almennu ásetingarnar um javnrættindi, javnløn, sama rætt til eftirútbúgving, ágóðar, pensjón og ikki minst rætt til barsilsfarloyvi.
Mín greiða fatan er, at ótald brot eru framd á javnstøðulógina, nógv teirri við vilja, men kortini tey flestu av ókunnleika og av gomlum vana ella ómedvitnum fordómum.
Konur sum omma mín, sum vaskaði eftir vanliga arbeiðstíð, eru í vanda fyri at verða uppsagdar, tá ið tær verða við barn, ella ikki at fáa fartelefon tá ið øll hini fáa, ella ikki fáa høvi at útbúgva seg fyri arbeiðsgevarans rokning, ella ikki fáa sama inngjald á pensjónina sum hini í samband við barnsburð. Teimum skylda vit at fylgja upp háfloygdu samtyktum ið gjørdar verða.
Fyri mítt viðkomandi var sera týðandi tá ið dreingir mínir komu í verðina at vera um teir. Allir teir gomlu tingmenninir halda meg vera sera raskan tá ið eg í lembingini hjálpi smálombum í verðina – men smábørnum? Nei, tey klára mammurnar!
Fyrsta dag á Føroya Løgtingi fái eg at vita, at løgtingsmenn ið gerast mammur fáa fulla løn undir barnsburðarfarloyvi, men pápar fáa ikki eitt oyra – kunnu pent søkja um partvíst endurgjald frá barsilsskipanini. Hesum vil eg ikki finna meg í – og gjørdi alment vart við fatan mín tá ið hin háttvirdi John Johannesen var fyri sama mismuni. Ikki tí, at eg líði nakra neyð, havi nóg mikið av fæ og tálg til meg og míni – og uppvaksin við varsemi og sparsemi. Men hetta ræður um prinsippið, meginregluna, at munur skal ikki gerast kyns vegna.
Málið ímóti tingleiðsluni
Tingformaðurin á Føroya løgtingi hevur ongan fund givið mær um málið. ‘Hugsjónarmaðurin Hergeir’, sum Høgni Hoydal kallar hann í blaðgrein, vil ikki geva mær høvi at hitta myndugleikan, hevur ikki hoyrt meg um málið, ikki givið mær innlit, hevur ikki víst málinum ella mær minsta áhuga. Men eftir at eg hevði søkt um “fullønt farloyvi” vísandi til, at løgtingið hevur sagt A (summi fáa fulla løn undir barsilsfarloyvi) og má tí eisini siga B (ongin má fáa minni vegna kyns), so valdi tingformaðurin at taka alla løn frá mær allar tær fýra vikurnar, eg var í farloyvi, uttan hoyring, grundgeving, innlit ella nakað av tí ið tingið sigur at fólk hava rætt til í fyrisitingini. Heldur ikki nakar annar í formansskapinum vísti málinum áhuga.
Tess vegna havi eg stevnt løgtingsumsitingini, tí hóast Føroya løgting longu hevur samtykt umsókn mína um fullønt farloyvi, hevur umsitingin undir tingformanninum gjørt mun á mær og øðrum – og einasta orsøkin er kyn. Eftir stevningina er tann sera dugnaligi advokaturin hjá tinginum farin undir at finna grundgevingar, sum løgtingsformaðurin kundi havt brúkt. Millum annað, at lógin um samsýning løgtingsmanna vísir til samsýning tænastumanna ið ger mun á kyni. Hartil er at siga, at javnstøðulógin er ‘lex specialis’ – tann serliga lógin á økinum – sum millum annað ásetir, at allir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum eru heilt ella partvíst ógildigir, um teir gera mun á kyni.
Ongin ivi er um, at teir løgtingsmenn ið sótu miðskeiðis í 1990’unum mótsøgdu sær sjálvum, tí teir við fordómum sínum ikki hugsaðu um møguleikan, at pápi vil vera við hús hjá børnum sínum fyrstu lívsdagar teirra. Hetta rættaði løgtingið upp við at samtykkja umbøn mína um at velja javnstøðulógina framum tilvísingina til nú (partvíst) ógildugu tænastumannareglurnar. Men síðani trumfaði formansskapurin løgtingið.
Komandi rættarmálið fer nú at vísa, hvørt Føroyar eru rættarsamfelag, har ongin er omanfyri lógina, heldur ikki ovaru hæddirnar á Tinghúsvegi 3. Sjálvur vil eg prógva fyri teimum mongu ið missa vón og vælferð vegna kynsmismunar, at til ber at trumfa lóg og rættindi ígjøgnum, at javnstøðu merkir krónur og oyru fyri bæði meinigu kvinnuna og meiniga mannin, at samsýning eftir javnstøðulógini ikki bert er tómt hugtak, og at uppgávan hjá dómstólum eins væl og javnstøðunevndini er at hondhevja og verja rættindi.
Sjálvsagt kann eg ikki siga, hvør dómurin verður. Í frælsum landi kunnu bert óheftir dómarar gera av rættastøðuna – og eg kann hava mistikið meg. Men í øllum førum, um eg ikki havi dirvi at fara í rættin – hvussu skulu so gentan á bensinstøðini, flakakvinnan ella tímalønti verkamaðurin tora at krevja sín rætt?
Vinni eg pengaendurgjaldið, so verður peningurin eftir útreiðslur latin góðgerandi felagsskapum ið virka fyri barnarættindum.