Sama nøgd av sild í ár

Fyribilsúrslitini av kanningum norðanfyri vísa, at áleið sama nøgd av sild varð funnin í føroyskum øki í ár sum tey bæði seinastu árini.

Havstovan skrivar á síni heimasíðu, at sum heild er sildastovnurin í minking. Aftur í ár vaks miðalstøddin av fingnu sildini, og hetta er tíverri ábending um vantandi tilgongd til stovnin, skrivar stovnurin.

 

Á túrinum verða eisini svartkjaftakanningar gjørdar, og her eru úrslitini bjartari.

 

-Aftaná nógv ár við lítið av svartkjafti er hetta triðja árið á rað, at vit síggja svartkjaft norðanfyri, og talan er bæði um størri og smærri svartkjaft. Hetta er í tráð við framgongdina í svartkjaftastovninum, skrivar Havstovan.

 

Silda- og svartkjaftakanningarnar eru partur av felags kanningum, sum verða samskipaðar undir ICES. Hini londini, sum eru við, eru Ísland, Noreg, Rusland og Danmark.

 

Síðst í juni verður fundur, har úrslitini frá øllum skipunum verða viðgjørd, og tá verður endalig meting gjørd av nøgdunum av sild og svartkjafti.