Sama nevnd í Treysti

Treysti, sum er felag fyri frælsan ítrótt, hevði aðalfund týskvøldið. Á heimasíðu felagsins fegnast tey í felagnum um, at undirtøkan fyri frælsum ítrótti er vaksandi. Ikki minst hava innandura venjingarnar drigið nógv fólk til, og nakað oman fyri 20 fólk vóru á aðalfundinum, tá hesin varð settur. Á skránni var millum annað nevndarval, og her vórðu Jonhard Larsen, formaður, Guttorm Sørensen, næstformaður og Pól Sundskarð, skrivari, allir afturvaldir.