Tbilisi, Georgia: Tað er týskvøld í georgiska høvuðsstaðnum Tbilisi, og vit hava sett teimum einastu føroysku áskoðarunum stevnu á kamar nummar 620 á Hotel Marriott Courtyard, at práta um, hvussu teir fara at markera seg undir dystinum í kvøld.
– Tað nyttar einki at rópa ímóti 20.000 áskoðarum, staðfestir Tommy Tausen beinanvegin, tá samrøðan byrjar. Men fyri at hoyrast hava suðuroyingarnir lagt ein taktikk. Gudmundur Djurhuus samanber henda taktikk við tann, sum landsliðið ofta brúkar, har tað verður sagt, at um landsliðið skal hava nakrar møguleikar í dystinum, so verður tað upp á kontraálop ella deyðbóltar, meðan hitt liðið ikki ordiliga er klárt.
– Um vit rópa, tá hinir áskoðararnir eru friðarligir, og tað vera teir fyrr ella seinni, so kunnu vit hoyrast. Eg havi roynt sovorðið áður, tá vit spældu móti Kekkia og bara vóru nakrir heilt fáir áskoðarar. Tá hinir vóru friðarligir, róptu vit og hoyrdust. Tað fara vit eisini at gera hesaferð, greiðir Gudmundur Djurhuus frá.
Merkið á ferð
Við sær á stadion í dag, hava Hallur, Gudmundur og Tommy føroyska flaggið, Merkið, sum hevur fylgt teimum á mangari ferð.
– Vit hava havt tað við í Kekkia, Sveis, Luksemburg, Frankaríki, Týsklandi og nú Georgia. Ja, á hvørjari ferð síðani vit keyptu flaggið frá 12. manni í 1999, greiðir Gudmundur Djurhuus frá. Hann skoytir so upp í, at tað ger tað ikki verri heldur, at Tommy Tausen er nærmasta familja hjá Jens Olivur Lisberg í Fámjin, sum teknaði Merkið. Jens Olivur Lisberg var systkinabarn mammu Tommy.
Fátækardømi, flott náttúra og gott vín
Tá vit spyrja teir tríggjar, hvat teir serliga hava heft seg við her í Georgia nú ferðin skjótt er komin at enda, eru teir ikki í iva.
– Fátækardømi er øgiligt, siga teir og nevna eina gamla og ógvuliga sjúka konu, sum lá og biddaði. Eisini hava teir rent seg inn í nakrar heilt ungar smádreingir, sum hingu seg í brøkur teirra og kistu hendurnar á teimum og bóðu um pengar.
– Tað var ræðuligt, men her síggja vit veruliga, hvussu gott vit hava tað á okkara leiðum, vísur Hallur Sumberg á.
Fátækardømi er óhugnaligi parturin av teirra upplivingum í Georgia, men tá eg spyrji eftir góðum upplivingum, eru teir eisini skjótir at svara.
– Náttúran er øgiliga flott her, og so eisini í vínið. Vínið er serstakliga gott og betri enn vit eru vanir við, sigur Gudmundur Djurhuus og vísir aftur á tað, hann segði í gjár, at tey sum hava tað gott í Georgia, hava tað ordiliga gott, meðan tey, sum hava tað ringt, veruliga hava tað ringt.