Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hevur møguleika at sleppa á gospeltúr við Norrønu.
Og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at tú innanfyri fáar tímar ? og á avmarkaðum øki - hevur møguleika at hoyra so ymiskar stílartir sum Kingo-sang, country, svart gospel og ljómandi lovsang.
Tað var júst hetta sum Smyril Line bjóðaði teimum, sum um vikiskifti vóru við á fyrsta gospeltúrinum nakrantíð við Norrønu.
Talan var jú um eitt langt vikuskifti, og tí lá væl fyri hjá fólki at tekna seg til henda serstaka túrin. Tað vísti seg eisini skjótt, at hesin túrurin veruliga rakti ein tørv, tí tað vardi ikki leingi fyrrenn tey mongu kømrini umborð byrjaðu at verða fullteknað.
Tí er ikki óhugsandi, at ein slíkur túrur verður gjørdur aftur eina aðru ferð.
Breitt úrval
Smyril Line hevur áður skipað fyri ungdómstúrum, countrytúrum og harmonikutúrum, men higartil ikki gospeltúrum.
Hetta var ein roynd hjá felagnum, sum saman við góðum fólki og neyvari fyrireiking, at kanna eftir, um fólk mundu taka undir við slíkum túri. Norrøna siglir jú hóast alt, men hví ikki geva einum slíkum túri eitt ávíst innihald.
Fyrireikingarnar í landi fóru í gongd á heysti í fjør, og skjótt varð komið fram til at ein ynskti at hava eitt breitt úrval av sangstílum og eitt úrval, ið eisini rakti fleiri aldursbólkar.
Á henda hátt varð komið fram til at ein skuldi bæði hava kór, bólkar og solistar við. Og stutt eftir kundi ein avdúka hvørji komu at standa fyri sanginum umborð.
Blandað
Talan var í fyrstu syftu um tann vælkenda Kingo-bólkin úr Tjørnuvík, sum bæði her á landi og aðrastaðni við, hevur víst á tann týðandi arvin, sum vit eiga í tí eyðkenda Kingo-sanginum.
Í øðrum lagi skuldu tey ungu eisini hava sítt, og tí var ikki óvæntað at gospelkórið United Voices varð boðið við. Hetta kórið stendur fyri nøkrum av tí besta, vit eiga innan gospelsang í Føroyum.
Í samkomuni Lívdini í Hoyvík gera tey nógv við sang og tónleik, og tí var avgjørt, at ein av lovsangsbólkum teirra skuldi við á túrin.
Tveir solistar vóru eisini við: Sigrið Sivertsen sjálv sum hevði ein tónleikabólk aftrat sær, og Magni Christiansen sum somuleiðis hevði ein bólk ? og fleiri cowboy-hattar ? við sær.
Umframt hetta var gyklarin Ásbjørn Berthelsen av Strondum við, eins og fleiri av tónleikarunum í bólkunum hugnaðu um hjá teimum, sum fingu sær at eta.
Hetta var so tann manningin, sum skuldi standa fyri tí tónlistarliga partinum umborð.
Góð støð
Eitt er at hava fleiri slíkar bólkar savnaðar. Eitt annað er so at finna fram til tey støðini umborð á Norrønu, sum vóru vælegnað til framførslur av slíkum slagi.
Her varð rættiliga skjótt funnið fram til nøkur støð, sum vístu seg eisini at vera sera vælegnað til allar hesar framførslurnar.
Viking Club var staðið, ið varð mest nýtt, men eisini Arkadan og Naust Bar vórðu nýttar til framførslurnar, eins og undirhaldstónleikur var at hoyra í Simmer Dim og Viking Lounge.
Dekk 7 varð eisini nýtt til felagssang, tá Norrøna legði frá landi í Hanstholm, so í roynd og veru var alt skipið brúkt í samband við gospeltúrin.
Talan var um ein gospeltúr, men av tí at nógvar familjur vóru við, var eisini hugsað um børnini.
Fyrireikararnir høvdu fingið gyklaran, Ásbjørn Berthelsen av Strondum at standa fyri undirhaldinum. Og væl lá fyri hjá honum at undirhalda bæði børn og vaksin við gykli sínum.
Samanuntikið ein sera góður túrur, bæði fyri børn, ung og tilkomin. Vit síggjast vónandi aftur næsta ár!
Dagsskrá leygardagin 23. apríl
13:00 Fráferð úr Hanstholm
13:00 Vit fara øll upp á dekk 7 at syngja við fráferðina
14:30 United Voices syngur í Viking Club, saman við gyklaranum Ásbjørn
15:00 Kingo í Arkaduni
16:00 Bingo í Viking Club
17:30 Kingo í Naust Bar
18:00 Holgar Johannesen spælir í Simmer Dim
18:00 Lívdin spælir í Buffet Restaurant Norrøna
19:00 Gunnar Guttesen spælir í Simmer Dim
20:00 Gyklarin Ásbjørn hevur familju-undirhald í Viking Club
20:00 Gunnar spælir í Buffet Restaurant Norrøna
20:30 Sigrid Band spælir í Naust Bar
21:30 Lívdin og Magni Christiansen hava konsert og felagssang í Viking Club
24:00 Jam Session í Naust Bar
24:00 Friends spælir í Viking Club