Ansingarpláss
? Grundin til, at hetta varð sett í verk er, at vit hava nógvar stovnar í Havnini, og tað er stórur munur á kostnaði. Foreldur hava tí spurt, hví tey skulu gjalda eitt gjald, tá onnur gjalda eitt minni gjald, og eisini býráðsumsitingin undraði seg yvir henda spurning, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
Stovnarnir fáa í dag eina fíggjarveiting frá kommununi, sum stovnurin síðan ræður yvir sjálvur. Hugt hevur verið eftir, hvussu nógv kostar at reka stovnin, og síðani hevur stovnurin fingið eina fíggjarveiting at arbeiða út frá. Kostnaðurin á vøggustovu- og barnagarðsplássum er roknaður út frá miðalrakstrarkostnaðinum fyri allar stovnarnar í Havn, og tey flestu gjalda tað sama sum áðrenn, tó nøkur eitt lítið sindur minni og nøkur eitt lítið sindur meira.
Ikki sparitiltak
Jan Christiansen sigur, at tørvurin á ansingarplássum í Havn er langt frá nøktandi, og tí hava foreldur ikki "ráð" til at velja og vraka sum teimum lystir. Tænastustøðini eru tó ymisk. Summir barnagarðar bjóða heitan mat til børnini og summir ikki, onkrar vøggustovur hava blæður til børnini, og á summum ert tú noyddur at hava blæðurnar við sjálvur.
? Tænastustøðnum ræður stovnsleiðarin síðani fyri, sigur Jan Christiansen.
? Tað er stovnsleiðarin, sum ger av, hvat peningurin í fíggjarveitingini verður nýttur til. Vit brúka sama politikk við skúlunum og tað vísir seg at rigga fínt.
Við skúlunum var fyrr soleiðis, at um skúlin ikki brúkti alla fíggjarveitingina, fekk hann tað minni í fíggjarveiting næsta ár. Hetta førdi við sær, at tá komið var út í desember mánaða valdi skúlin at brúka restina av fíggjarveitingini til eitt hvørt, næstan bert fyri at brúka hana, fyri at ikki fáa eina skerda fíggjarveiting næsta árið. Hetta er nú broytt. Peningurin, sum loypur av fyri fíggjarárið, bæði hjá barnagarðum og skúlum, fellur ikki aftur til býráðið, men stovnurin sleppur at hava peningin sjálvur, uttan at fíggjarveitingin næsta árið minkar.
? Soleiðis kunnu stovnsleiðararnir sjálvir prioritera, hvat peningurin verður nýttur til. Tað eru teir bestu stovnsleiðararnir, sum fáa pening at loypa av, og ger hetta, at tað verða stovnsleiðararnir, ið duga best at nýta peningin, ið teimum er tillutaður, ið kann veita hægsta støðið, sigur Jan Christiansen.
? Henda avgerðin um at øll foreldur skulu gjalda eins annaðhvørt fyri vøggustovu- ella barnagarðspláss kom fyri at sleppa undan ónøgdini millum foreldrini sjálvi. Nú hava barnagarðarnir fingið ein karm at halda seg innanfyri júst sum tað er við øllum øðrum her í samfelagnum. Gularótin er so, at peningurin, ið loypur av fyri fíggjarárið fellur til stovnin, og sum stovnurin síðani kann nýta sum honum lystir, uttan at fíggjarveitingin árið eftir minkar. Sigast skal eisini, at hetta er ikki eitt sparitiltak hjá býráðnum. Miðalgjaldið er tað sama, tó soleiðis, at summi foreldur gjalda eitt sindur meira og summi eitt sindur minni.









