Sama fólk ringdi á alarmsentralin heilar 168 ferðir í nátt

Løgreglan sigur, at tað er til heilt alvorligan ampa hjá teimum, at tey verða bombarderað við óneyðugum uppkallum á 112

Løgreglan sigur, at tað er til stóran ampa hjá teimum, at tað er so ofta, at fólk ringja á alarmsentralin,  tó uttan at hava brúk fyri hjálp. Tey siga, at aftur í nátt hava tey havt úr at gera taka telefonina hjá alarmsentralinum, tí í nátt hevur sama fólk ringt á 112 heilar 168 ferðir, áðrenn tað varð steðgað. Men tað fer at ein stórur partur av náttini hjá løgregluni við slíkum uppringingum.

 

Løgreglan sigur, at tað eru ymsar orsøkir til, at fólk ringja. Summi ringja fyri at gera fortreð, onnur ringja at skeldast inn á løgregluna um okkurt, upp aftur onnur ringja av berum einsemi, og talan er eisini um fólk við sálarsjúku, ella minnisveik, sum ringja og eru óttafull, ella ráðaleys.  

 

Tað er heldur ikki óvanligt, at børn ringja á alarmsentralin. Eitt nú er tað ein trupulleiki, at børn fáa gamlar fartelefonir at spæla við, men tað ber altso altíð til at ringja á alarmsentralin, hóast einki kort er í telefonini.

 

Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvussu tey skulu loysa trupulleikan. Slík uppkall mugu takast í álvara, men ræðslan hjá teimum er, er at eitt veruligt neyðkall skal fara aftur við borðinum, ella at tað hendir, at fólk, sum hava ringt óteljandi ferðir, ikki verða tikin á álvara, skuldi okkurt álvarsligt verið áfatt.