Í september ferðaðust 17.676 fólk um flogvøllin í Vágum, og tað er á leið tað sama sum í september í fjør. Í septembur mánaða í ár komu og fóru 17.676 fólk um flogvøllin. Tað er ein minni afturgongd upp á 0,4 prosent samanborið við sama mánaða í fjør, tá ferðafólkatalið var 17.739. Tað stendur á heimasíðuni hjá flogvøllinum.
Sagt verður, at í septembur hava høvuðsfarleiðirnar, t.e. Danmarkar leiðirnar, tó havt eina hækking uppá 9,2%, Íslands-farleiðirnar eina hækking uppá 15,2%, meðan farleiðirnar til Noregs og Bretlands hava havt eina afturgongd uppá luftfalsliga 100% og 36,4%. Harafturat hevur ongin frálandaferðsla verið higartil í ár.
Higartil í ár eru íalt 172.212 fólk farin og komin um flogvøllin. Hetta er 4,6% meiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 164.681.










