Sama fólkatal – fleiri inntøkur

Hóast fólkatalið í Nes kommunu stóð í stað í 2010, vóru inntøkurnar hjá kommununi kortini 2,3 miljónir krónur hægri, enn rokna varð við, tá fíggjarætlanin fyri árið varð løgd

Í kunning borgarstjórans til roknskapin fyri 2010, sæst, at fólkatalið í fjør helt sær á 1264.
Burðaravlop var, tí 15 børn vórðu fødd - og 10 andaðust. 82 fólk fluttu í kommununa at búgva og 87 fólk fluttu úr kommununi. Úrslitið var tískil, at fólkatalið stóð í stað - á 1264.
Roknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2010 vísir, at a-skattainntøkan, sum annars varð mett til 31 miljónir krónur, gjørdist 32,2 miljónir krónur. Partafelagsskatturin var 1,2 miljónir krónur, men var frammanundan varisliga mettur til 0,5 miljónir. Kapitaleftirlønargjøld vóru í roknskapinum sett til 0,1 miljónir, men gjørdust til 0,5 miljónir krónur, tá avtornaði.
- Sostatt høvdu vit samanlagt eina meirinntøku av skattum og avgjøldum í 2010 á 2,3 miljónir krónur, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen.

Støðugt arbeiði
Borgarstjórin vísir á, at flestu virkir í kommununi høvdu nøktandi virksemi í 2010 - undantikið saltfiskavirkið, sum Faroe Origin nú eigur á Toftum. Hetta er fiskavirkið, sum Faroe Seafood rak, til felagið varð sent í Skiftirættin fyri hálvum øðrum ári síðan.
- Vit fegnast tó um, at saltfiskavirkið hevur fingið nýggjar eigarar, sum hava boðað frá, at virkið fer at lata uppaftur einaferð í 2011.
Símin Johannesen fegnast um, at tey tímaløntu arbeiðsfólkini í kommununi hava havt so gott sum støðugt arbeiði, og eisini hava partar av byggivinnuni havt fitt at gera.
- Tíverri hevur onkur fyritøka tó verið noydd at niðurleggja virksemi, leggur hann aftrat.

Betri veiða
Fiskiskapurin hjá skipum og bátum hevur verið heldur betri í 2010 enn í 2009, og fiskaprísurin er kvinkaður eitt vet uppeftir.
- Aftur í 2010 vóru tað virkir, fyritøkur, skip og bátar, sum saman við privatum og almennum arbeiðsplássum hava verið grundarlagið undir inntøkunum hjá kommununi, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen.