Sam vann fyrstu kappingina

Fyrsta Grand Prix rennikappingin í ár varð hildin á Norðoyastevnu. Sam Vang vann kappingina hjá monnum, og hjá kvinnum vann Fríðunn Steinberg

Leygardagin var Føroya Bjór renningin hildin á Norðoyastevnu í Klaksvík. Hetta var samstundis fyrsta av fleiri Grand Prix-kappingum, sum verða hildnar á summarstevnunum kring landið.
Stór undirtøka var fyri kappingini, og kappast var í fleiri bólkum hjá bæði kvinnum og monnum.
Kappingina hjá monnum vann Sam Vang úr Bragdinum. Hann rann teir 5 kilometrarnar í tíðini 17 minuttir og 24 sekund. Honum á baki komu Sigurð Justinussen og Trygvi Hansen, sum báðir renna fyri Bragdið.
30 rennarar vóru við í opnu kappingini hjá monnum.
Hjá kvinnunum vann Fríðunn Steinberg úr Treystinum. Hon rann teir 5 kilometrarnar í tíðini 23,41 minuttir. Nummar 2 var Jóngerð Høgnesen úr Bragdinum, og nummar 3 var Durita Djurholm úr Bragdinum.
10 kvinnur vóru við í opna bólkinum.
Veteranbólkar vóru hjá bæði monnum og kvinnum. Hjá monnum var tað Jósvein Herup Olsen, sum vann, og hjá kvinnum var tað Hanna Maria Niclasen.