Sam Vang skjótastur

Leygardagin var fyrsta FM-kappingin í cross-renning í høvuðsstaðnum, tá 23 rennarar fyrrapartin løgdu til brots á einum rættiliga fjølbroyttum teini í við studentaskúlan í Hoydølum

Frælsur Ítróttur Føroya, sum skipar fyri FM-renningini, hevði hesa ferð valt at skift vanliga teinin til crossrenningina, sum undanfarin ár hevur verið á Svangaskarði, út við nýggja teinin í Hoydølum í teirri vón, at kanska fleiri rennarar fara at halda seg framat. Málið var 30 rennarar, men hóast tað gjørdist met hesa ferð, vóru rennararnir »bara« 23 í tali.
Lagt var til brots klokkan 11 fyrrapartin leygardagin í betri líkindum, enn morgunin annars hevði lagt upp til, tí tað var slitið í og helt sær turt, meðan kappingin var. Teinurin var soleiðis til longdar, at tey vaksnu runnu hann seks ferðir, unglingarnir tríggjar ferðir og børnini tvær ferðir.
Hjá monnunum, sum runnu um átta kilometrar, gjørdist tað nokk so leingi ein kapping millum Sam Vang og Guttorm Sørensen, men her royndist Sam drúgvari og kom á mál eini 10 sekund fyrri, og nakað aftan fyri teir báðar kom so Jonhard Larsen á mál sum nummar tvey. Vinnaratíðin hjá Sam var 32 minuttir og 56 sekund. Hjá kvinnunum var bara Rebekka Fuglø við, og hon brúkti 40 minuttir og 37 sekund um teir átta kilometrarnar.

Góðar umstøður
Veteranar og superveteranar vóru eisini við í opna bólkinum hjá monnum, men kappaðust samstundis sínamillum. Hjá veteranunum var John Egholm fremstur, umframt at hann í samlaðu kappingini kom fjórður á mál, og honum á baki komu Kári Simonsen og Bent Jakobsen. Heðin Johannesen vann bólkin hjá superveteranunum framman fyri Gunnar Simonsen.
Marnar Djurhuus gjørdist tann drúgvasti av mansunglingunum á umleið fýra kilometra langa teininum, og hann kom á mál við tíðini 15 minuttir og 14 sekund, og var hann næstan tveir minuttir skjótari enn nummar tvey, sum var Rúni Seloy. Hjá kvinnuunglingunum var Elsa Berg fremst við tíðini 21 minuttir og 58 sekund, og tær báðar næstu vóru Dagmar Johannesen og Anita Gregersen.
Tey yngstu runnu umleið 2,8 kilometrar, og her vann Karin Holm Simonsen hjá gentum og Rógvi Johansen hjá dreingjum.
Sum skilst, vóru rennararnir yvirhøvur á einum máli um, at hesin nýggi teinurin og umstøðurnar í Hoydølum vóru væl egnað til cross-renningina, so tí bendir alt á, at føroyameistarakappingin í hesi grein aftur verður á hesum stað komandi ár.