OYGGJALEIKIR
Tað er komið fyri, at føroysk ítróttarfólk einar oyggjaleikir hava verið við í einari ítróttargrein, fyri síðani at vera við í einari aðrari ítróttargrein einar aðrar oyggjaleikir. Men enn hevur eingin føroyingur roynt seg í fleiri ítróttargreinum á einum oyggjaleikum.
Nú verður kanska øðrvísi, tí seinnapartin leygardagin verður 38 ára gamli Sam Vang við í úttøkukappingini í hálvum maraton, sum samstundis verður føroyameistarakapping á hesum teini. Megnar hann tá at renna teinin við eini tíð, sum ikki er seinni enn ein tími, 14 minuttir og 30 sekund, verður hann við í hesi kapping á Oyggjaleikunum í summar.
– Formurin er góður og eg ætli mær at royna, sjálvt um tað krevur av mær, at eg skal seta persónligt met fyri at klára kravtíðina. Mín besta tíð higartil er einar tveir minuttir verri enn kravtíðin, so eg skal veruliga renna upp til mítt besta fyri at klára tað, sigur Sam Vang.
– Tað ringasta er tó, at forsøgnin fyri leygardagin er einki serlig, tí sagt verður frá 18 metrum um sekundið. So umstøðurnar til at klára tað eru ikki tær bestu. Men nú fáa vit at síggja.
Renningin byrjar og endar á Bursatanga, og runnið verður nakrar ferðir aftur og fram úti við Strond, sum vanliga er ein rímiliga slættur og lagaligur teinur, men sum kann verða torførur, um veðrið verður so ringt og vindurin so nógvur, sum veðurforsøgnin sigur.
Eitt upplivilsi
Megnar Sam kravtíðina í hálvum maraton, so verður tað fyrstu ferð síðani Oyggjaleikirnar í Hetlandi í 2005, at hann er við sum rennari. Ta ferðina rann hann bæði 5.000 og 10.000 metrar, 3.000 metra forðarenning og hálvt maraton.
– Nú veit eg av góðum grundum ikki, um eg megni kravtíðina í hálvum maraton, men so kann eg í øllum førum gleðast um, at eg sleppi við sum judoíðkari, tí har eri eg longu úttikin, sigur Sam Vang, sum tó vónar, at tað verður til bæði judo og hálvt maraton á Álandi um tveir mánaðir.
– Tað hevði verið stuttligt at verið fyrsti føroyingur, sum er við í tveimum ítróttargreinum á somu leikum, og eydnast tað, so taki eg tað sum tað upplivilsi, tað er.
Sum skráin á leikunum sær út, er judo á skránni mánadag til mikudag, meðan kappingin í hálvum maraton ikki er fyrr enn fríggjadagin, so eftir tíðaræltanini letur tað seg væl gera hjá Sam at vera við í báðum, um so skuldi verið.
– Skuldi eg sjálvur valt annaðhvørt judo ella renning, so hevði eg valt renningina, tí hon fyllir nógv meira hjá mær nú, sigur Sam, sum samstundis veit av, at judo kann gerast ein forðing fyri renningini, um hann annars sleppur við í báðum ítróttargreinunum.
– Eg ivaðist eisini, tá eg var biðin um at koma at íðka judo aftur, tí judo kann jú gerast ein forðing fyri renningini, um eg fái ein skaða teir fyrru dagarnar. Men eg eri til reiðar at taka kjansin, og enn veit eg jú heldur ikki, um eg yvirhøvur sleppi við sum rennari.
Gamal gullvinnari
Judo var í síni tíð ein av ítróttargreinunum, ið vann Føroyum mong heiðursmerki, men síðani leikirnar á Gibraltar í 1995 var judo ikki við á oyggjaleikum aftur fyrr enn á Rhodos í 2007. Steðgurin forðaði tó ikki fyri, at Føroyar fyri tveimum árum síðani vunnu eitt gull-, seks silvur- og tvey bronsumerki í judo.
Sam Vang var ein av teimum drúgvastu í judo í síni tíð, so hann kennir hesa ítróttargreinina út og inn. Hann vann fyri 20 árum síðani silvur í Føroyum í 1989 og aftur á Isle of Wight í 1993, og bæði á Álandi í 1991 og í Gibraltar í 1995 gjørdist hann gullvinnari.
– Eg hevði annars einki gjørt við judo í eini átta ár, nú boð vóru eftir mær, sigur Sam, sum er úttikin í lættasta vektbólkinum og annars bara hevur vant judo aftur í tvær vikur.
– Men eg eri væl fyri og í góðum formi, og teknikkin havi eg framvegis, hóast hann nokk skal avpussast væl og virðiliga hesa tíðina, til leikirnir verða. Tað hevur verið nokk so hart at byrjað aftur, men eg hevði væntað, at tað fór at verða verri.
Til stuttleika kunnu vit so leggja aftrat, at tá tey í ÍSF skuldu skráseta Sam Vang til Oyggjaleikirnar á Álandi, kravdi tilmeldingarskipanin, at hann var meldaður til tvær ferðir, tí skipanin var ikki girað til, at ein og sami persónur kundi vera aktuellur í tveimum ymiskum ítróttargreinum…










