Av tí at Erla Kongsdóttir fyribils er tikin úr sigling, verða broytingar gjørdar á leið 56 og 90 skjótast til ber. Tað eru Syðradalsleiðin og Nólsoyarleiðin.
Eftir ætlan fer Sam at røkja leið 90 og Hasfjord leið 56. Hetta verður gjørt, so skjótt sum sjólíkindini batna. Væntandi verður hetta týsdagin.
Fyribils siglir Hasfjord á Nólsoyarleiðini. Frá kl. 13:00 verður siglt hvønn hálvan tíma ml. Havnina og Nólsoy, við fyrstu fráferð av Havnini kl. 13:00 og kl. 13:30 úr Nólsoy, og soleiðis verður siglt til kl. 20:00 í kvøld. Síðani verður siglt seinasti túrurin eftir ferðaætlan kl. 22:00 av Havnini og 22:25 úr Nólsoy.
Kunnað verður leypandi um broytingar her á ssl.fo og umvegis SMS - skipanina hjá SSL.