Sam tann stóri er aftur í venjarasessi

Premier League: Enn ein venjarabroyting hevur verið og hesa ferð er vinnarin Sam ”Big Sam” Allardyce

Mynd: (Leeds United)

Leeds United hevur boðað frá, at felagið hevur sent spanska Javi Garcia heim og hevur sett Sam Allardyce sum venjara til fýra teir seinastu dystirnar. Málið er heilt greitt at fáa Leeds United at yvirliva í deildini.

 

Javi Garcia náddi bara at standa á odda í 12 dystir, men gongdin hevur ikki verið góð seinastu umførini. Avloysarin er ein kendur harri í Premier League. Sam Allardyce hevur verið venjari í fleiri enn 500 dystum og hevur verið venjari hjá feløgum sum Newcastle, West Bromwich, Everton, Crystal Palace, Sunderland, West Ham, Balckburn og Boltin.

 

Sam Allardyce er fyribils settur fyri restina av kappingarárinum. Fyrsti dysturin verður móti ongum minni enn Manchester City á útivølli.

 

1Arsenal34246481:3978
2Manchester City32244484:3076
3Newcastle331811461:2765
4Manchester Utd32196749:3963
5Liverpool33168965:4256
6Tottenham341661263:5754
7Aston Villa341661246:4254
8Brighton31157961:4052
9Brentford341214852:4450
10Fulham331361445:4545
11Crystal Palace3410101435:4540
12Chelsea331091431:3839
13Bournemouth341161736:6439
14Wolves341071729:5037
15West Ham33971737:4734
16Leicester34862046:5930
17Leeds34791843:6730
18Nottingham F.34791830:6230
19Everton346111727:5229
20Southampton34662228:6024

 

Úrslit

 

02.05Arsenal3:1Chelsea
01.05Leicester2:2Everton
30.04Liverpool4:3Tottenham
30.04Fulham1:2Manchester City
30.04Bournemouth4:1Leeds
30.04Newcastle3:1Southampton
30.04Manchester Utd1:0Aston Villa
29.04Brentford2:1Nottingham F.
29.04Brighton6:0Wolves
29.04Crystal Palace4:3West Ham

Mynd: (Leeds United)