Sam siglir bert við farmi fyri tíðina um Leirvíksfjørð. Siglingarloyvið hjá Sam er útgingið, og Skipaeftirlitið vil ikki endurnýggja tað, fyrr enn tað er liðugt við at gjøgnumganga tey nýggjastu tølini fyri hann.
Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, sigur, at útrokningarnar frá Strandferðsluni vórðu latnar Skipaeftirlitinum áðrenn jól. Og tað tí helst er bara spurningur um tíð, inntil viðurskiftini verða í rættlag aftur, og Sam kann halda fram við ferðafólkaflutninginum.