Sam siglir aftur

Sam er aftur í sigling. Tað boðar Strandfaraskip Landsins frá á heimasíðuni.

 

Frá í dag, nýggjársdag, siglir Sam aftur sum vanligt.

Fyri nøkrum døgum síðani varð Sam annars tikin úr sigling vegna brek, og annað skip hevur siglt, sum ikki tekur bilar. 

Kalsoyingar hava tó ikki bilferjuna leingi, tí 6. januar fer strandfaraskipið í dokk.

Tá fer Jósup at sigla á leið 56, sum er ímillum Klaksvík og Syðradal.

Ternan fer at sigla tveir farmatúrar um vikuna í Kalsoynna hesa tíðina, boðar Strandfaraskip Landsins frá á heimasíðuni.