Sam í Kalsoynna og nýggj Rita til Nólsoyar!

Stóra takk Bjørn Kalsø fyri skrivið á bls. 15 í Sosialinum 28. mai 2008!

Við tínum stuðli, kunnu bæði fólk í Kalsoynni og í Nólsoynni kenna seg trygg, at samferðslan kemur á tað støði, ið útoyggjar hava tørv á í 2008.

Eg taki fult undir við áskoðan tíni, at Sam skal verða trúgvur í siglingini um Kalsoynna. Tó hongur tað saman við at Ritan verður skift út, soleiðis at við í Nólsoy eisini hava møguleika at fáa annað enn trillibøru og persónbilar til Nólsoyar!

Vónandi kann tú gera títt til at politikkarar halda orð og fáa okkum nýggju ferjuna at røkja farleiðina um Nólsoyarfjørð komandi summar. Tað ber til, um peningur er tøkur at skipa útbjóðingartilfar, kanna tilboð o.a., soleiðis at byggjast kann í januar. Kanska vit kunnu bakka ein tumma og siga at tað gerst ikki við um vit bíða einar tveir mánaðir, men so heldur ikki meira.

Okkum er lovað nýggja ferju á sumri 2009 og tó at hetta er nakað seinni enn tað sum áður er lovað okkum, so seta eg álit á tykkum fólkavaldu at tit eisini hugsa um okkum, ið eru nær og tó so fjar - og kanska telja í so lítið millum allar atkvøðurnar norðanfjørðs.

Fá okkum nýggju ferjuna í bygging og tryggið tykkum harvið trygga samband tykkara - hjálp til sjálvhjálp.

Við samferðslukvøðu