Tann 2. februar varð Sam settur í sigling saman við fyrst Ternuni, og síðani Dúgvuni, meðan hesi vóru til árligt eftirlit.
? Skipanin síðani 2. februar hevur eydnast væl, ikki minst tí at Sam siglir sum farmaskip við framíhjárætti fyri lastbilum og trailarum. Tað var tí eitt ynski frá fleiri pørtum, at skipanin helt fram, til komið er á mál við einari varðandi loysn fyri siglingina um Leirvíksfjørð, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi.
Strandfaraskip Landsins rokna við, at tað fara at ganga 2-3 vikur, til fyrireikingarnar til nýggju ferðaætlanina eru lidnar. Í hesum tíðarskeiði vísa tey til galdandi ferðaætlan fyri Dúgvuna og Sam.