Sam flytur nógv meiri fólk

Tað kemur alt oftari fyri, at bilar ikki sleppa við Sam á Kalsoyarfarleiðini


Síðani Kópakonan var avdúkað í Kalsoynni 1. august í fjør, hevur strandfaraskipið Sam flutt nógv meira ferðafólk millum Klaksvík og Syðradal.

Frá januar til juni í ár flutti Sam 21.820 ferðafólk – hetta vóru 4.727 fólk fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin svarar til 28 prosent. Hetta vísa tøla frá Strandferðsluni.

Størsti mánaðin higartil í ár var juni mánaður, tá ið Sam flutti 5.197 fólk um Kalsoyarfjørð. Summarferia og ferðafólk eru sjálvandi orsøk til, at juni mánaði er so stórur, og roknað verður við, at tølini fyri juli og august verða rættiliga stór eisini.

Ein trupulleiki, sum er blivin størri av hesari orsøk, er kapasiteturin hjá Sam. Tað er blivið alt meiri vanligt, at bilar standa eftir, tí pláss ikki er umborð á Sam. Hetta hevur styrkt ynskið um, at Kalsoyarleiðin fær eina nýggjari og størri ferju.