Manningin umborð á Prince vil ikki kennast við føroysku loyvini um flyting av vandamiklum farmi. Tískil sleppa tangabilar frá Effo og Magn ikki um Suðuroyarfjørð við Prince.
Føroysku krøvini eru øðrvísi, enn tey á Kýpros, har skipið kemur frá.
Neyðugt er at finna eina loysn, so at brennievni í Suðuroynni ikki verður uppi, áðrenn Smyril er aftur úr dokk.
Strandfaraskip Landsins hevur tosað við Smyril Line at fáa Eystnes ella Hvítanes at føra oljubilar suður. Hetta er tó ikki komið á mál enn, sigur Heri Norðberg, trygdar-og ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins.
Samstundis sum Strandferðslan tosar við Smyril Line, arbeiðir hon eisini við eini aðrari loysn, og tað er at fáa strandfaraskipið Sam, sum vanliga siglir á Kalsoyarleiðini, at gera ein túr í annaðkvøld suður við nøkrum oljubilum.
Effo hevur sagt, at tað er nokk av olju og bensini í Suðuroy til Smyril kemur aftur. Men trupulleikin er nokk hjá hinum oljufelagnum, at teir ikki hava so nógv á goymslu.
– Tað er ikki greitt enn, men møguliga Sam fer at sigla suður í annaðkvøld við oljubilum, sigur Heri Norðberg.
Hann vísir annars á, at fraktin um Suðuroyarfjørð er sera nógv í løtuni.
– Síðstu vikuna hava vit sett met. Vit hava ongantíð ført so nógva frakt um Suðuroyarfjørð fyrr, sigur Heri Norðberg.











