Sam fer á sleipistøð

Mánadagin fer Silja Star, sum sæst á myndini, at avloysa Sam á Kalsoyarleiðini.

Strandfaraskipið Sam, sum røkir siglingina millum Klaksvík og Kalsoynna, skal mánadagin á sleipistøð. Roknað verður við, at eftirlit og umvælingar fara at taka tvær vikur.

Hesa tíðina skal Silja Star røkja Kalsoyarleiðina, og á heimasíðuni hjá Strandferðsluni sæst ferðaætlanin hjá Silju Star.

Ternan fer at hjálpa til á farleiðini, tí mánadag og fríggjadag fer Ternan at gera farmatúr í Kalsoynna. Tá siglir Silja Star um Nólsoyarfjørð, har Ternan annars vanliga siglir.