Smærri bátar, sum ikki taka bilar verða settir í sigling fyri Sam, tá hann røkir aðrar uppgávur. Ofta verða broytingarnar í siglingini illa lýstar. Ein seðil verður lagdur umborð og lýst verður einaferð í Útvarpinum. Tað kemur tí mangan fyri, at ferðandi koma óvitandi á ferjulegurnar við bili og farmi. Men tá farast skal er eingin Sam.
Óreglulig sigling
Á vári í 2005 varð nýggja ferjulegan á Syðradali tikin í nýtslu og Sam fór at sigla í Kalsoynna. Stórt framstig, fyrst og fremst, tí at nú bar til at ferðast við bili. Í undanfarnu samgongu var siglingin uppraðfest við fleiri túrum. Men seinastu tíðina er siglingin vorðin ótolandi óreglulig. Sam verður í heilum tikin úr regluligu siglingini, í aðra sigling. Oftast við farmi í aðrar oyggjar. Tá verður siglt í Kalsoynna við smærri bátum, sum ikki taka bilar.
Óregluliga siglingin við Sam má halda uppat beinanvegin. Ferjulegan varð bygd og Sam settur í sigling fyri at veita kalsoyingum og øðrum eina betri tænastu. Sum nú er kemur fyri, at tænastan er verri enn frammanundan. Hetta skapar av røttum ónøgd og kann á ongan hátt góðtakast.
Áheitan
Fari í hesum sambandi at heita á landsstýriskvinnuna í samferðslumálum, Helenu Dam á Neystabø og leiðsluna á Strandferðsluni um at:
Lata Sam sigla í Kalsoynna burturav.
Finna aðra loysn á farmaflutninginum í hinar oyggjarnar, sum sjálvandi eisini skal røkjast.
Fyri smærru oyggjarnar, sum ikki hava fast samband við meginøkið, er umráðandi við góðum og regluligum ferðafólka- og farmaflutningssambandi. Tað er neyðugt fyri at skapa trivna, livilíkindi og fyri at fáa ferðandi í oyggjarnar. Økta ferðafólkatali í Kalsoynna, síðan Sam fór at sigla, stuðlar undir hetta uppáhald. Men óreglusemið í siglingini hóttir nú jaligu gongdina.
Vóni at landsstýriskvinnan og leiðslan á Strandferðsluni taka hesa áheitan í størsta álvara og gera nakað við spurningin skjótast.