Sam, sum dagliga røkir farleiðina millum Klaksvík og Syðradal, er farin á beding. - Hetta er vanligt viðlíkahald, og vit rokna við, at hann kemur at liggja í einar tvær vikur ella so. Í meðan verður tað Ternan, sum fer at røkja siglingina har, sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari á Strandfaraskip Landsins.










