Sam avloysir Rituna um Nólsoyarfjørð

Komandi 14 dagarnar verður Ritan á beding á Vágs Skipasmiðju

Samferðsla

Strandfaraskipið, Ritan, fer á beding í Vági komandi mánadag.
- Vit hava fingið fýra tilboð uppá arbeiði, sum skal gerast umborð á Rituni og hava tikið av tilboðnum úr Vági.
Regin Vágadal, rakstrarleiðari á SL, sigur, at Vágs Skipasmiðja hevur váttað, at arbeiði í mesta lagi tekur 14 dagar.

Sam avloysir

Meðan Ritan er á beding ella í "dokk" í Vági, sum tað eitur, røkir Sam siglingina um Nólsoyarfjørð.
Sostatt noyðast nólsoyingar og onnur, sum ferðast um fjørðin, at sigla við Sam frá mánamorgni komandi og 14 dagar fram, nú Ritan ikki er tøk.