Saltsiloin skal hitast við sjóhita

Á tíðindafundi í Naddoddaneystinum á Tvøroyri í gjár kom nógv áhugavert fram um Salt verkætlanina. Svar kom upp á, hvussu raksturin skal fíggjast og ikki minst, at siloin skal hitast við sjóhita

Verkætlan Saltsilo hevur verið eitt gløðandi samtaluevni, sum hevur stungið seg upp við jøvnum millumbilum seinnu árini. Og meiningarnar eru tvíbýttar millum tey, sum hálova verkætlanini og tey, sum halda hana vera »det glade vanvid«.
Í gjár varð so bjóðað inn til tíðindafund, at »greiða frá um øll ivamál og svara øllum spurningum«. Og sigast má, at tíðindafundurin var áhugaverdur.
Albert Isfeldt er knýttur at verkætlanini eftir einari skipan, har hann bert fær nakað burtur úr, um verkætlanin gerst veruleiki, eins og aðrir ráðgevarar. Men hann heldur hesa verkætlan vera so áhugaverda, at hann fegin arbeiðir undir hesum treytum.
Fyrst varð vitjað í Saltsiloini, har Eyðun Nosløe og Tróndur Enni framførdu Eg vil liva; síðani greiddi Ólavur Rasmussen frá um siloina, áðrenn leiðin varð løgd í Naddoddaneystið til ein góðan bita, áðrenn Ólavur Rasmussen og Albert Isfeldt greiddu frá og svaraðu spurningum.
Fyrst varð tosað um kostnaðin av verkætlanini. Greitt varð frá, at Mærsk grunnurin er ógvuliga kravmikil, tá teir lata stuðul til eina verkætlan, og vilja hava, ikki bert trygd fyri, at verkætlanin kann fremjast í verki, men sanniliga eisini fyri, hvussu raksturin skal fíggjast.
Støðukanningar umframt serfrøðingakanningar av betonginum eru gjørdar og tær vísa, at góðskan av betonginum røkkur frá sera vánaligt til sera gott. Og tað merkir, at partar skulu skiftast út. Farið verður nú undir at kanna heilt nágreiðiliga, hvat skal varðveitast og hvat skal skiftast út av betonginum.

Hitast við sjóhita
Mærsk grunnurin kravdi, at allar kostnaðarmetingar skuldi gerast við 12% meirkostnað fyri at leggja upp fyri. Sagt varð, at sjálvt við hesum meirkostnað vísur metingin, at verkætlanin kann gerast innan fyri tær 58 milliónirnar, sum tilsøgn er um.
- Og skuldi tað kortini víst seg, at kostnaðurin verður meiri enn tær 58 milliónirnar, verður eingin rokning send hvørki donsku stjórnini ella løgtinginum. Og meiri sigi eg ikki, segði Ólavur Rasmussen ógvuliga kryptiskt.
Eitt av tí kanska mest áhugaverda, sum kom fram á tíðindafundinum var, at siloin skal hitast við sjóhita.
- Sjógvur verður pumpaður inn í siloina gjøgnum eina skipan, ið virkar sum ein umvend køliskipan, sum umvekslar tey 5-7 hitastigini til 40-50, ja, heilt upp í 90 hitastig. Nýttar verða hitapumpur, og hitin verður lagdur í gólvini, greiddi Albert Isfeldt frá.
Hetta er ein hitaskipan, sum longu er ment og longu er tikin í nýtslu við góðum úrsliti.
- Eg dugi ikki at siga, hvussu hon reint tekniskt er bygd upp, men Articon hevur ein bygning inni á Skála, ið nýtir hesa skipan, og hon virkar ógvuliga væl, sigur Albert Isfeldt.

Alment fíggjað
Á tann hátt ber til at spara rættiliga fitt í mun til upphitan við olju, og tað er ein áhugaverdur háttur at hita høllina upp og ein áhugaverdur háttur at spara í rakstrinum.
Og júst fíggingin av rakstrinum er tað, ið hevur verið kjarnin í kjakinum. Men eisini tað fekst greiða á á tíðindafundinum.
- Grundraksturin verður fíggjaður við almennum stuðli. Tvøroyrar kommuna hevur veitt trygd fyri einum rakstrarstuðli á tvær milliónir krónur um árið, og í umsóknini til Løgtingið liggur ein rakstrarstuðul á 2,5 milliónir krónur. Talan er sostatt um ein fíggjar- og rakstrarpakka, og verður hesin samtyktur í Løgtinginum, hava vit eina tryggjaða rakstrarfígging á 4,5 milliónir krónur, sigur Ólavur Rasmussen.
Albert Isfeldt greiddi eisini á tíðindafundinum frá, hví tað er rætt at varðveita saltsiloina.
- Konstruktiónin er heilt einastandandi í Norðanlondum. Tað finst eingin líknandi bygningur, og tí er rætt at varðveita hann heldur enn at ríva hann niður fyri síðani at byggja hann uppaftur, sigur Albert Isfeldt.