Saltsiloin nærkast

Umstrídda saltsiloin á Drelnesi tykist gerast veruleiki. Við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti samtykti løgtingið at játta 20 milliónir krónur í stuðli til Saltsilogrunnin.

Frammanundan varð ein roynd gjørd at beina málið aftur í nevnd, tí ein minniluti metta at ov nógvir leysir endar vóru í verkætlanini, men tað fall.

Eitt ávíst ivamál hevði frammanundan tikið upp um, hvør skal rinda eventuellan meirkostnað av byggingini av konserthúsinum á Drelnesi.

Men formaðurin í Saltsilogrunninum, Ólavur Rasmussen, vissaði í vikuni fíggjarnevndina um, at Saltsilogrunnurin ikki fer at biðja um fleiri almennar pengar, um tann støðan skuldi tikið seg upp:

?...møguligar óvæntaðar útreiðslur eru viðuskifti, ið grunnurin má finna loysnir á, uttanum løgtingið. Hetta eru eisini viðurskifti ella fyritreytir, ið Mærsk-grunnurin er vitandi um?, stendur m.a. í brævinum, sum Ólavur Rasmussen skrivaði fíggjarnevndini 9. mei.

Brævið hevur eftir øllum at døma gjørt mun.

Meirilutin mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið at veita stuðul.

Og tað gjørdi løgtingið eisini fríggjadagin við aðru viðgerð.

So er triðja viðgerðin eftir.